Arbeiðsmarknaður
Lagt var upp til tað heilt stóra, tá ið Javnaðarflokkurin mánakvøldið skipaði fyri pallborðsfundi um støðuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Við spurninginum, hvat kann gerast fyri at fáa betri lag á føroyska arbeiðsmarknaðinum, bjóðaði Javnaðarflokkurin pørtunum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, Advokatfelagnum, Búskaparráðnum, og teimum fýra størstu politisku flokkunum at greiða frá sínum sjónarmiðum um heita evnið
Hóast stórar rembingar hava verið um málið alt summar, so var undirtøkan ikki serliga stór. Tað er undrunarvert, at ikki fleiri enn 50 fólk høvdu leitað sær í útvarpshøllina mánakvøldið, tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum raka.
Umboð fyri einstøk fakfeløg møttu, men tað var merkisvert, at langt frá øll fakfeløgini vóru umboðað í salinum.
Vilji til semju
Stór øsing hevur verið um viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum í summar, tí eitt lógaruppskot um loysn á trætum á føroyska arbeiðsmarknaðinum frá Vinnumálaráðnum hevur verið í umbúna.
Seinast í juni mánað boðaði Bjarni Djurholm frá, at hann ynskti at lóggeva fyri víðkaðum heimildum til Semingstovnin og einum føstum gerðarrætti, men hesum ynski vístu umboð fyri arbeiðstakarnar staðiliga aftur.
Stríð tók seg eisini upp í samgonguni um uppskotið hjá Vinnumálaráðnum, og úrslitið var, at uppskotið varð tikið aftur, og Bjarni Djurholm hevur nú sett ein sjeymanna nevnd við løgfrøðinginum, Kára á Rógvi, sum formanni og umboðum frá báðum pørtum á arbeiðsmarknaðinum. Nevndin skal arbeiða við at finna eina semju partanna millum, hvussu trætur á føroyska arbeiðsmarknaðinum skulu loysast í framtíðini.
Umboðini fyri Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðarafelag hava í fjølmiðlunum víst á, at tey ikki eru so fegin um nevndina. Grundgevingin hevur verið, at tað skal ikki verða við boðum frá Vinnumálaráðnum, at partarnir finna fram til eina semju. Eisini er ónøgd um tíðarskeiðið, ið setta av til nevndararbeiðið, tí tað er alt ov stutt, heldur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Viljin til semju
Á pallborðsfundinum mánakvøldið kom framm, at umboðini fyri almennu og privatu arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar eru samd í, at broytingar skulu fremjast, og ein semja skal finnast á økinum. Nevndin, ið er sett arbeiða við málinum, hevur fingið freist til 31. januar 2004 at viðgera málið, men fleiri hava víst á, at tað er ov stutt skoðbráð til ein so týdningarmiklan spurning.
Umboðini fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum vórðu spurd um føroyingar kunnu vænta, at ein semja verður funnin millum partarnar innan næsta árið, og øll umboðini svaraðu, at tey høvdu viljan til at finna eina semju. Hetta er eitt nýbrot, tí sum tónalagið hevur verið millum partarnar seinastu árini, hevur verið lítil vón fyri eini semju um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum.
Òhomoenur arbeiðsmarknaður
Á pallborðsfundinum kom eisini framm, at føroyingar hava ein rættiliga óhomogenan arbeiðsmarknað sammett við onnur lond. Tummas Magnussen, ið umboðaði Fíggjarmálaráði segði í sínum innleggi, at ein av grundunum til allar ósemjurnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum er, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er so óhomogenur.
Hann vísti á, at í eitt nú Danmark eru høvuðsfeløg, bæði á arbeiðstakara- og arbeiðsgevarasíðuni, og tað hevði eina smidligari skipan við sær. Tummas Magnussen helt, at tað eru alt ov nógv smá fakfeløg, ið hava heimild at skapa ósemjur.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, tók undir við, at tað eru ov nógv feløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hann helt, at feløgini eru ov ójøvn í stødd, og tískil detta nøkur feløg niðurímillum, serliga tá lønarsamráðingar standa á. Hann hevði kortini ikki nakra loysn á, hvussu støðan kundi betrast.
Gunnleivur legði dent, á fakfeløgini ikki ynskja, at tað skal verða ov langt frá formanninum í teimum ymisku feløgunum og niður til limirnar, og verður eitt høvuðsfelag sett á stovn fyri arbeiðstakararnar, so er stórur vandi fyri ov stórum bureaukrati, sum hann málbar seg, og tað kundi ein seta spurnartekin við.
Tummas Magnussen greiddi frá, at tað altíð er størsta felagið undir lønarsamráðingunum, sum leggur linjuna fyri hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hann vísti á, at støðan við so nógvum smáum feløgum ger tað ógjørligt hjá Fíggjarmálaráðnum at hava neyðugu tíðina til øll feløgini, og tískil mugu tey smærru feløgini ofta taka til takkarvið teimum lønartreytum, tey størru fakfeløgini undan teimum hava tikið undir við.
Samskipan
Fólk í salinum spurdu Gunnleiv Dalsgarð og Ingeboerg Vinther, hví arbeiðstakararnir ikki samskipaði seg betur, sum eitt nú arbeiðsgevararnir í Føroyum hav gjørt við at seta eitt Vinnuhús á stovn.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeboerg Vinther, svaraði, at feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum vóru farin at samstarva nógv meri, enn undanfarin ár, og komandi árini fór samstarvið at fevna um enn fleiri øki. Seinni í vikuni verður møguleiki hjá lesarum okkara at lesa meir um pallborðsfundin mánakvøldið. Vit fara millum annað at gera meira burturúr, hvat tey ymisku umboðini greiddu frá á fundinum.