Fullveldislandsstýrið setti í 1999 grundlógarnevndina at fyrireika føroyska grundlóg eftir ætlaðu fullveldistøkuna. Mestsum beinanvegin var tað leiðsluni í nevndini greitt, at føroyingum tørvaðist at viðgera stjórnarrættarligar spurningar uttan mun til, hvør ríkisrættarliga støðan fór at vera.
Síðani eru bæði tíðarætlan, samanseting, og at enda eisini navnið á nevndini broytt. Men tilmælið frá fakligu leiðsluni er tað saman: okkum tørvar at samtykkja eitt grundleggjandi skal, ið tekur samanum tjóðskaparligu sjálvsfatan okkara og lýsir stýrislag, rættingi og viðurskifti úteftir hjá Føroya landi og tjóð.
Fíggjarvald
Orsøkirnar tróta ikki at fáa aðra lóg í staðin fyri galdandi stýrisskipanarlóg. Millum tær fremstu er spurningurin um fíggjarvaldið. Stýrisskipanarlógin er tað, sum juristar nevna lex imperfecta á tí økinum. Hon passar heilt einfalt ikki til veruleikan. Ásetingar hennara um skatt, kubbut fíggjarár, og kravið um játtan í fíggjarlóg fyri almennum útreiðslum eru ella kunnu tulkast at vera forðing fyri so skilagóðum tiltøkum sum ALS-skipan okkara, játtan til gransking í meira enn eitt ár í senn, umframt eina ørgrynnu av tiltøkum, ið ongin var nóg framsíggin at ímynda sær, tá ið fíggjarlógin var fyrireikað árið fyri.
Vit kunnu sammeta stýrisskipanina við eina av hesum eskjunum, sum børn kunnu trýsta smáar kubbar niðurí. Tann rundi kubbin fer í tað rundað holið, tann trýkantaði í tað trýkantaða og so frameftir. Men hvat ger barnið, tá tað finnur ein stjørnuformaðan kubba og onki stjørnukent hol er í eskjuni?
Trupulleikin er tann sami við stýrisskipanarlógini. Hon er mestsum skrivað av teirri donsku grundlógini frá 1848, sum aftur var skrivað av onkrari aðrari. Tí er hon ov einføld til veruleikan í dag. Endamálið við ásetingini um at skattur bert skal áleggjast við lóg var at forða kongi í sjálvur at áleggja skatt. Í so máta eru bæði barsilsskipan og ALS í lagi kongur brúkar tær ikki til at skatta okkum. Men juristarnir síggja trøll. Tað ger tað sama, um slíkar skipanir eru millum fáa skipanir í verðini, sum føroyingar hava loyst eina best, stríða tær ímóti teirri tulking av orðinum skattur, ið danskir teoretikarar hava brúkt í bókum sínum, ja so eru tær ólógligar.
Og hóast føroyingar í øldir hava hoyrt tann góða boðskapin um, at bókstavurin drepur, men andin lívgar, so tyktist orðaskiftið á tingi herfyri bert at snúgva sem um juridiskar definitiónir, ikki um skilagóðar loysnir ella í minsta lagi um juridiski bókstavurin førdi við sær oyðileggjandi úrslit.
Tað er nærum 100 prosent vist, tingmenn høvdu svarað noktandi, um tú spurdi teir uppundir viðtøkuna av stýrisskipanarlógini, um teir ætlaðu sær at lógin skuldi forða verandi arbeiðsloysisskipan, skuldi hindra føroyskari gransking, ella gera tað tvørligt í fullari semju at játta til ófórútsædd tiltøk. Men hetta telur ikki. Í staðin spyrja vit upp í saman nakrar sakførarar, ið annars fáast við skeyti og skilsmissur, hvat teir meintu við, ella hvat juristar kunnu hugsast at meina við hugtøk sum skatt, fíggjarár ella tílíkt.
Tað ringasta av øllum er, at onnur lond hava langt síðani loyst hesar trupulleikar. Sviar hava greiðar ásetingar um fíggjarvaldið, ið loyva grunnum, játtanum yvir fleiri ár, og øðrum neyðugum tiltøkum teir hava altso sagað nýggj hol í eksjuna. Danir hava somu reglur sum vit, men semjast um ikki at fylgja teimum teir so at siga lyfta lokið av eskjuni og leggja tann stjørnukenda kubban í, tá teir eru samdir um tað.
Minnilutaverja
Tað var eisini harmiligt, at orðaskiftið á tingi um broyting í revsilógini gjørdist til harðligt stríð millum ymsar virðisfatanir av samkyndum. Tann størri spurningurin er, hvat vit vilja skal galda alment um líkarætt, minnilutaverju og framsøgufrælsi.
Flestu tíðindasendingar um ta viðgerðina nevndu paragraffina í uppskoti sum áseting um ikki at gera mismun, tað er misfatað. Hvørki henda áseting ella nøkur onnur í lóg, grundlóg ella stýrisskipanarlóg setir alment forboð fyri mismuni ella sigur, at øll eru líga fyri lógini, ella at tað almenna má vísa á viðkomandi mun á tveimum málum fyri at kunna viðfara tey ymiskt.
Stjórnarskipanin, ið er í uppskoti, hevur hinvegin áetingar um júst hetta:
§10. Javnrættindi
(1) Øll eru jøvn í metum.
(2) Ongin munur má vera tilvildarligur, órættvísur ella mannminkandi.
§44. Líkaregla
(1) Øll eru líka fyri lógini.
(2) Nú skal meting gerast; tá skal tað líka vera líka, og tað ólíka vera ólíka viðfarið.
Møguliga og møguliga ikki eru hesar reglur galdandi sum ikki lógarfestir grundsetningar longu sum er. Men fyri vanliga føroyingin er tað helst týðandi at fáa staðfest, at hetta er hægri reglur enn vanlig lóg.
Eftir er so at meta um, nær munur er tilvildarligur, ella hvørji mál eru ólík, men kjakið um so øgiliga nógvar spurningar eisini um viðferð av samkyndum gjørdist helst munandi betri, um hetta var útgangsstøðið fyri kjakið.
Sjálvsavgerðarrættur
Allur sjálvsavgerðarrættur byrjar hjá viðkomandi tjóð sjálvari og hvørvur bert, um tjóðin sjálv verður burtur. Føroyingar kenna seg sum fólk og tjóð, føroyingar hesar oyggjar sum sítt land, og virða ongan politiskan stovn meira enn Føroya Løgting. Føroyingar eru ósamdir um alt møguligt, eisini um tað skilagóða í sambandi ella sjálvstýri, men føroyingar eru ikki í iva um, at tað ber til hjá Føroyum at loysa frá Danmark, ella at skipa einhvørja samveldisskipan sum undirtka fæst fyri..
Tað er tann fyrsti og fremsti sjálvsavgerðarrætturin. Uttan mun til fráboðanir, samtyktir ella teoriir hjá øðrum, so kenna føroyingar seg sum tjóð við rætti at gera av sjálvi.
Áhugavert er eisini, at bert við slíkari sjálvsfatan ber til í verki at brúka tann sjálvsavgerðarrætt, sum møguliga er heimilaður eftir øðrum skipanum.
Síðani kann sjálvsavgerðarrætturin vera staðfestur í teirri samveldisskipan, sum ein tjóð er partur av. Í okkara føri siga danir, at teir fara at ganga við til, at vit fara okkara veg, men teir skulu vátta loysingina, og meðan vit eru í felagskapi við teir, er tað ikki alt, ið ber til, heldur ikki tílíkt, sum ber til í samveldisskipanin hjá t.d. Bretlandi, Hollandi ella New Zealandi. Danmark eru millum fittastu meginlond í verðini, men tíverri samstundis millum tey mest formalistisku.
Triðja keldan til sjálvsavgerðarrætt er tann altjóða rættarskipanin. Tíverri er hon hvørki veruliga nøkur rættarskipan, ei heldur serliga altjóða. Talan er heldur um ymsar politiskar siðvenjur, ið galda ymiskt í ymsum pørtum av heiminum og til ymsa tíð. Sum støðan er, er tað trupult hjá føroyingum at brúka altjóða skipanina sum trumf móti dønum, fyrst og fremst tí danir ikki nakran ógvusligan hátt kúga samda føroyska viljan at fremja sjálvsavgerðarrættin í verki á ávísan hátt.
Uttan mun til, hvat vit ætla at brúka sjálvsavgerðarrættin til úteftir, so er neyvan tað bæði synd og skomm, at vit ikki megna at semja innanhýsis og greiða frá støðu okkara og seta fram krøv okkara í semju mótvegis øðrum londum.
Tí er tað, at stjórnarskipanarnevndin hevur roynt at sett orð á tjóðskaparligu semjuna um føroyingar sum tjóð, Føroyar sum land, um tann ómissandi sjálvsavgerðarrættin og um mannangongdirnar, tá sjálvsavgerðarrætturin verður nýttur.
Uppskotið til nýggja føroyska stjórnarskipan inniheldur uppskot til hesar tríggjar tættir:
ábøtur á stýrisskipanina
rættindi og valdsavmarkingar
tjóðskaparliga semju og
sjálvsavgerðarrætt
Tí er so umráðandi at fáa kjak og síðani semju í lag um uppskotið.