Tað er nú slag ið skal standa

-Vit hava alla tíðina sagt, at vit mugu fáa eina skiftistíð skrúvað soleiðis saman, at fólk við eina fólkaatkvøðu trúgva uppá, at hetta ikki verður at merkja sum nøkur kollvelting ella nakar turbulensur fyri teirra gerandisdag. Uttan tað gongur hetta ikki. Tí er ein skiftistíð uppá fýra ár ikki nøktandi grundarlag fyri eini fólkaatkvøðu sigur løgmaður, sum vísir á at tað springandi punktið, ið vit heilt ítøkiliga eru ósamdir um, er fíggjarligi parturin. Tað er har slagið kemur at standa.

-Talan er um agurkutíðir, tá nógv verður gjørt burtur úr mínum úttalilsum í einum grønlendskum blað, tí tað er als einki nýtt í hesum. Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í eini viðmerking til, at Útvarp Føroya í vikuni endurgav úttalilsi hansara í grønlendska blaðnum sum var tað ein stór sensatión.

-Tað er als einki nýtt í hesum. Eg havi jú fyrr sagt, at vit fara ikki út í eina fólkaatkvøða við eini skiftistíð, sum fólkið ikki góðtekur leggur løgmaður áherðslu á.

Hann vísir annars á, at tann búskaparligi spurningurin verður høvuðsmálið til komandi samráðingar við danir.

-Vit hava alla tíðina sagt, at vit mugu fáa eina skiftistíð skrúvað soleiðis saman, at fólk við eina fólkaatkvøðu trúgva uppá, at hetta ikki verður at merkja sum nøkur kollvelting ella nakar turbulensur fyri teirra gerandisdag. Uttan tað gongur hetta ikki.

Løgmaður vísir á, at landsstýrið hevur spælt greitt út, og tað sama hevur danska stjórnin. Har standa partarnir nú undan triðja umfarinum í samráðingunum.

-Nú seta vit okkum niður við borðið og vita, um vit finna fram til eina semju, sum báðir partar eru nøgdir við. Koma vit ikki hartil, so hava vit ein stóran trupulleika, tí tá semjast vit ikki um eitt av høvuðspunktunum. Og tað skulu tveir partar til fyri at gera ein avtalu staðfestir løgmaður.

Løgmaður vísir annars á, at tað frá 1. til 2. umfar vórðu gjørd stór framstig, har tað skulu gerast útgreiningar av ymsum slag. Hann ivast heldur ikki í, at tað verður gjørd semja um tey notat, sum har verða løgd á borðið.

-Tað springandi punktið, sum vit heilt ítøkiliga eru ósamdir um, er fíggjarligi parturin, ið er ein sera avgerandi partur av øllum samráðingunum. Tað er har slagið kemur at standa.

Løgmaður sigur, at teir hava fyrireikað seg væl.

-Vit hava eitt mál, og tað eru nógvir mátar at skrúva tingini saman uppá fyri at røkka málinum. Kunnu vit tí fara inn í konstruktivar samráðingar við tí endamáli at finna eina loysn, so dugi eg ikki at síggja annað enn, at vit kunnu gera eina avtalu.


Skuld og olja

Uppá fyrispurning um skuldin til Danmarkar kann koma inn í myndina í komandi samráðingum sigur løgmaður, at hana hava vit sum er eina greiða avtalu um.

-Eg dugi ikki at síggja, at man skal taka skuldina uppí samráðingarnar uttan so, at man frá danskari síðu ynskir tað við í eina heild. Alt er tó opið.

-Spurningurin um olju varð eisini við í samráðingunum seinast. Hvat liggur í tí?

-Oljan er brúkt so oftani. Hon er longu í dag ein partur av verandi skipan. Um tað verður funnin olja í føroyskum sjógvi so sigur avtalan um ráevni í undirgrundini, at spurningurin um blokkin skal takast til viðgerðar. Tað er júst tað sama, sum hendir her. Nú tekur tú blokkin upp, og spurningurin er so, um tað kann kombinerast uppá nakran máta. Tað, sum eg síggi er ein trupulleiki fyri danskar politikarar, er at gera eina langa avtalu við Føroyar um yvirgangsskipan og tað í hesum tíðarskeiði bráddliga koma inntøkur frá oljuni samtíðis sum vit fáa milliardir úr Danmark.

Løgmaður sigur, at teir hava spælt út, at teir eru tilreiðar eisini at umrøða spurningar á hasum økinum.


Heim av torvheiðum

Nú bert ein vika er til samráðingarnar við danir viðgongur løgmaður, at møguleikin fyri at koma heimaftur sum av torvheiðum er stórur, heldur danska stjórnin fast uppá sítt. Men tí noktar at at trúgva við úrslitinum av 2. umfari í huganum.

Uppá fyrispurning verður hetta verður úrslitið, um landsstýrið ikki tá hevur spælt fallit, og tí eigur at leggja frá sær, sigur løgmaður, at hetta er ein hypotetiskur spurningur. Hann hevur onga viðmerking í núverandi støðu, tí hann hevur ikki mist vónina at fáa eina avtalu.


Veljarakanningin

-Um tað nú endar við, at danir bara vilja góðtaka eina skiftistíð uppá fýra ár, hvat ger tú so?

-Um so verður, tá hava vit ta seinastu veljarakanningina at halda okkum til. Hon skal tó sjálvandi takast við tí fyrivarni, ið liggur í henni. Men har siga 25% av Føroya fólki, at tey taka undir við eini slíkari skiftistíð, og tað eftir míni metan langt frá at kunna nøkta tað, sum vit hava sett okkum sum mál, nevniliga, at tað skal verða breiður meiriluti fyri tí, sum vit gera.

-Kann tað hugsast, at danska stjórnin brúkar føroyskar veljarakanningar í sínum taktikki?

-Tað veit eg ikki. Handa spurningin mugu tit seta forsætisráðharranum. Tað er ein sannroynd, at hetta málið er sera populert í donskum innanríkispolitikki. Og tað skal man ikki lata eyguni aftur fyri.

Anfinn Kallberg sigur, at verða teir líka positivt yvirraskaðir frá 2. til 3. ferð sum frá 1. til 2. ferð í samráðingunum, so trýr hann, at vit fáa nakað konstruktivt burtur úr.


Nógv um at vera

Fundurin verður hósdagin 15. juni klokkan 16. Løgmaður dugir ikki at siga, hvussu leingi fundurin kann vara. Hann vísir á, at tað er sera torført at fáa ásett fundir, og tað vísir seg eisini at vera nógv á skránni her heima komandi dagarnar. Drotningin vitjar, og haraftrat er ein fundur í Føroyum fyri samstarvsráðharrarnar í Norðurlondum. Teir fara ikki avstað aftur fyrr enn hósdagin í næstu viku, og tað merkir, at Høgni Hoydal kann ikki verða í Keypmannahavn fyrr enn klokkan 15 hósdagin, tvs. ein tíma undan samráðingunum.

-Vit hava roynt at finna eina aðra tíð, sum liggur nær tí ætlaðu, men tað vísir seg at vera ómøguligt.

-Heldur tú, at danir eru ómøguligir í so máta?

-Tað veit eg ikki. Skulu teir hava fimm tungar ráðharrar við borðið nettupp í hesum døgum, tá mong stórmál eru fyri, eitt nú spurningurin um gjaldoyra, so er tað ikki so lætt at fáa tingini at fella saman.

Løgmaður vil tó meta, at danir áttu at prioriterað hetta fram um nógv annað. Men hann er so ikki harri yvir, hvussu arbeiðskallendarin hjá donskum ráðharrum sær út.l brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen