Tað er merkiligt at ósemja er um úrslitið

Men nú skal Kristina Háfoss leggja tølini á borðið

Nú Skal Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiða Løgtinginum frá, hvussu nógv, lønarhækkingin hjá pedagogunum, fer at kosta Landskassanum um árið.

 

Eftir at pedagogarnir vóru í verkfalli í ein góðan mánað, fingu teir eina lønarhækking og fóru aftur til arbeiðis sunnudagin. Kristina Háfoss hevur gjørt nógv burtur úr at fortelja almenninginum, at í roynd og veru er lønarhækkingin hjá Pedagogunum ikki hægri enn tann, Starvsmannafelagið fekk í Heyst.

 

Men Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, hevur tvíhildið um, at sum heild fingu pedagogarnir eina væl størri lønarhækking.

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, heldur at tað margháttligt, at tveir partar, sum hava samráðst í fleiri vikur, ikki kunnu semjast um úrslitið.

 

Tí vil hann nú hava Kristinu Háfoss at greiða frá, hvussu nógv, lønarhækkingin hjá pedagogunum í roynd og veru kostar við høvd og gørnum, bæði fyri Landskassan og fyri kommunurnar. Og tað skal Kristina Háfoss nú greiða frá áðrenn mánaðurin er farin.