Tað er ikki okkara uppgáva at hjálpa øllum at fáa bústað

Vit mugu ikki taka ábyrgdina frá fólki at útvega sær okkurt at búgva í

Tað er ikki ein almenn uppgáva at útvega vanligum fólki tak yvir høvdiðm haldafleiri tinglimir. Tað halda fleiri tinglimir í samgonguni.

Løgtingið hevur umrøtt eitt uppskot frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi um at fáa staðfest við lóg, hvør skal hava ábyrgdina av heimleysum, men tað var skjótt, so fór tað at snúgva seg um bústaðarpolitikk sum heild.

Og í hesum sambandi vóru tað fleiri tinglimir í samgonguni, sum gjørdu greitt, at tað er ikki ein almenn uppgáva at útvega vanligum fólki tak yvir høvdið.

Jóhan Eli Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at hugtakið heimleys er tambað til nakað, sum ikki plagdi liggja í orðinum,

– Tey, sum vit vanliga kalla heimleys, eru fólk, sum ongastaðni at búgva í tí at tey eru komin sær í óføri av sosialum, ella øðrum, persónligum viðurskiftum.

– Men nú er hugtakið eisini farið at fevna um fólk, sum ikki hava ráð til at fáa sær tak yvir høvdið av - kanska tí at tey tvíhalda um at tey skulu búgva í miðstaðarøkinum, hóast tey kundu havt ráð at búð á bygd, heldur hann.

Og hann heldur, at hetta er ein heilt annar spurningur og tað hevur stóran týdning, at Løgtingið ikki tekur ábyrgdina frá hesum bólkinum av fólk at útvega sær tak yvir høvdið.

– Boðskapurin úr Løgtinginum til hendan bólkin av fólki, má ikki vera tann, at tað ger einki um tey ikki sjálvi útvega sær tak yvir høvdið, tí so fáa vit bara skattgjaldaran, sum longu hevur goldið fyri ein bústað, til at rinda fyri teirra bústað eisini, heldur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

– Vit mugu ansa sera væl eftir at vit ikki leggja eina byrðu afturat á tey, sum hava hava klárað at fingið sær tak yvir høvdið, so at tey ikki eisini skulu rinda fyri bústaðin hjá øðrum, leggur hann afturat.

Hinvegin heldur hann, at ein loysn kundi verið at umskipa Bústaðir so at tey tóku sær av at byggja sosialar bústaðir.

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur, at tað er ein mannarættur at hava ein bústað – men hann heldur ikki, at tað er ein mannarættur at fólk sleppa at búgva akkurát har tey helst vilja búgva.

– Tað skal ikki vera soleiðis, at vanlig fólk skulu hava ein almennan myndugleika at venda sær til fyri at fáa ein bústað, sigur hann.

Stefan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur eisini, at vit mugu ikki taka ábyrgdina frá fólki. Hann heldur, at nógv, sum er gjørt í bestu meining, kann enda við, at ábyrgdin verður tikin frá fólki at útvega sær tak yvir høvdið, og har til mugu vit ikki koma, sigur hann.

– Vit skulu ikki byggja bústaðir til Per og Poul, tí so kunnu vit taka ábyrgdina frá teimum, sum klára tað sjálvi, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.