Í hesum døgum er hugaligt at sita á pengakassanum hjá Landinum og kommununum kring landið. Tíðirnar eru so góðar sum ongantíð fyrr, og pengarnir streyma framvegis í kassan og tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár eru inntøkurnar hjá kommununum 9,99 prosent hægri enn tær vóru tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Frá januar til mars í ár hava inntøkurnar hjá kommununum nevniliga verið 482,7 milliónir, og tað eru stívliga 43,8 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Hjá Kristinu Háfoss í Fíggjarmálaráðnum sær støðan enn betri út, tí hesar fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er inntøkan hjá landskassanum 11,07 prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vóru inntøkurnar hjá landskassanum góðar 417,8 milliónir, og tað eru góðar 41,6 millióni meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Nógvar lønargjaldingar geva eisini nógvan skatt av eftirlønum og í tíðini frá januar til mars í ár var inntøkan hjá Landinum av eftirlønarskatti, slakar 97,2 milliónir, og tað eru slakar 13 milliónur meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella ein vøkstur upp á 14,97 prosent.