Enn er óvist, hvørji stig verða tikin fyri at fáa fleiri fólk at útúgva seg til størv í eldrarøktini. Tað ásannar Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Tað var Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum reisti spurningin í Løgtinginum í gjár. Hon vísir á, hvussu ringt tað er at fáa útbúgvin starvsfólk til eldraøkið. Støðan er serliga ring í Havnini, har minni enn annaðhvørt starvsfólk í eldrarøktini hevur útbúgving.
Hon er av teirri sannføring, at ein orsøk til, at so fá fólk í miðstaðarøkinum nema sær útbúgving á økinum, er, at heilsuskúlin er Suðuroy.
Í tí sambandi hevur talan verið um at fáa eina útbúgving í meginøkinum eisini kanska, men politisk undirtøka hevur ikki fyri tí, við teirri grundgeving, at tað fer at máa støðið undan verandi skúla í Hovi.
Hinvegin hevur eisini verið tosað um at gera útbúgvingirnar á eldraøkinum til yrkisútbúgvingar. Tað merkir, at eldrasambýli, røktarheim, og aðrar stovnar, taka lærlingar, so at tey verða útbúgving, akkurát sum hondverkarar, har tey so fara í skúla ávísar tíðir, og har tey fáa løn ímeðan tey eru í læru og í skúla.
– Tað kann fáa fleiri á meginøkinum at útbúgva seg. Eitt nú kann tað fáa fleiri av teimum ófaklærdu, sum longu arbeiða í eldrarøktini, at fáa sær útbúgving, helt Ruth Vang.
Hon minnir Jenis av Rana á, at hann hevur boðað frá á in.fo tann 8, januar, at hetta er ein loysn, hann tekur undir við, og at hann væntaði, at tað skuldi vera longu seinasta vár.
Les meiri um tað her: Skulu fáa løn ímeðan tey ganga í skúla
Jenis av Rana sigur, at hann hevur arbeitt við málinum. Men sum so mongum øðrum, hevur korona eisini sett fót fyri tí ætlanini, tí málið varð lagt fyri útbúgvingarráðið tíðliga í ár, men í kjalarvørrinum á koronu er tann viðgerðin útsett til í heyst.
– Útbúgvingarráðið skal meta um fyrimunar og vansar við eini slíkari skipan, og tá ið metingin frá útbúgvingarráðnum fyriliggur, verður støða tikin til um vit skulu skipa útbúgvingina í eldraøkinum, sum eina yrkisútbúgving, sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur dent á, at arbeitt verður við málinum, og at tað verður tikið í størsta álvara.
Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vísir á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at Framsókn fýlist á, at heilsuskúlin er í Suðuroy. Hann vísir á, at tað eru fólk út øllum landinum, sum fáa útbúgving á skúlanum í Suðuroy og hann undrast á, hví trupulleikin skal vera so stórur í Havn.
Hann heldur, at tá ið tað er so ringt at fáa útbúgvin starvsfólk til eldraøkið, er tað ikki tí at skúlin er í Suðuroy. Hann heldur, at høvuðsorsøkin er heilt einfalt tann, at lønin er ov lág. – Miðalinntøkan í Havn er so høg, at fyri tey flestu er tað eitt afturstig at fáa sær útbúgving á eldraøkinum. Trupulleikin er ikki, at skúlin er í Suðuroy og Framsókn skuldi heldur virka fyri, at fingið lønina upp, heldur Henrik Old.
Heldur ikki Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur tað fatan, at tað er ein trupulleiki, at skúlin er í Suðuroy. Hon hevur verið landsstýriskvinna í heilsumálum og hon sigur, at hesi viðurskifti eru kannað, men tað varð ongantíð nevnt sum ein trupulleiki, at skúlin er í Suðuroy.
– Tað, sum varð nevnt sum tær stóru forðingarnar fyri at fólk fáa sær útbúgving á økinum, er, at lønin er lág, arbeiðið er ov strævið og tað er ringt at fáa fulltíðarstørv. Og samstundis veksur tørvurin alsamt, ikki bara á heilsuhjálparum og heilsurøktarum, men eisini á sjúkrarøktarfrøðingum.
Edvá Jakobsen, tingkvinna fyri sambandsflokkin, heldur, at tað kann bara vera ein fyrimunur, at vit fáa fleiri útbúgvingarmøguleikar og tí tekur hon undir við, at vit fáa eina yrkisútbúgving á økinum.
Ruth Vang vísir staðiliga aftur, at hon liggur heilsuskúlanum í Suðuroy eftir lívinum. Men hon staðfestur samstundis, at tað skerst ikki burtur, at tað er ein stórur trupulleiki í Havn at tað eru so fá starvsfólk við útbúgving. Men tað sær út til, at trupulleikar í Havn eru ikki ein trupulleiki fyri Føroya Løgting, helt hon turrisliga fyri.
– Í løgtinginum er tað ofta ótrúliga lítil vilji at loysa trupulleikar í Havn og tað er ein sannroynd, at fáa vit eina yrkisútbúgving á økinum, hevði tað fingið stóran týdning í royndunum at fáa fleiri fólk í Tórshavnar Kommunu at útbúgva seg, segði Ruth Vang.
Jenis av Rana vissar eisini um, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismann, at virksemið á heilsuskúlanum í Suðuroy verður niðurlagað. Og hann leggur afturat, at nú verður eisini arbeitt við at meta um, hvussu stórur tørvurin verður á heilsustarvsfólki hesi næstu árini.