Hóast tað hevur regnað í so at siga allan dag í Gøtu, so tykist tað ikki at hava ávirkað lagið á teimum flestu festivalgestunum.
"Hetta er Føroyar. Regn er ein partur av Føroyum. Soleiðis er tað bara," sigur Signhard Hammar av Argjum.
"Tað er bara deiligt, at eingin vindur er," sigur Judith Eysturoy somuleiðis av Argjum.
"Tað besta við við G! festivalinum er Judith. Tað er einki at ivast í. Hon er mín besta vinkona," sigur Signhard um sín fyrrverandi floksfelaga á Argjaskúla.
"Nei, tað besta er alt tað góða samanhaldið her. Øll eru so glað og góð við hvønn annan," sigur Judith.
Meðan Signhard býr saman við floksfeløgum í einum tjaldi, so hevur Judith ikki funnið sær 'innivist' enn.
"Eg taki tað, sum tað kemur. Eg kenni nógv fólk her, so eg hopi uppá at fáa pláss í onkrum telti," sigur Judith at enda, áðrenn tey bæði vinfólkini fara víðari í regninum.