Taðast skal við fyriliti

Hvalbiar kommuna minnir nú sínar borgarar á løgtingslóg og kunngerð sum viðvíkja taðing.

 

 

Hvalbiar kommuna minnir nú sínar borgarar á løgtingslóg um umhvørvisvernd og kunngerð um umhvørvisreglur, sum viðvíkja taðing.

 

Sambært viðkomandi løgtingslóg um umhvørvisvernd má einki, ið kann dálka vatnið, verða leitt út í áir, løkir, vøtn ella strond. 

 

Nevnda kunngerð sigur, at tøðini skulu brúkast til taðing, soleiðis at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.

 

- Vit heita tí á borgarar um ikki at leiða tøð frá fjósum ella seyðahúsum út í áir, vøtn ella strond, siga tey í Hvalbiar kommunu á sínari heimasíðu - www.hvalba.fo