Tí valdi Sonni Ragnar FC Fredericia

Landsliðsmiðverjin hevur eina heilt serliga orsøk til at velja FC Fredericia

Sonni Ragnar Nattestad skifti í vikuni frá norska Tippuligafelagnum, Molde, til FC Fredericia í næstbestu deildini í Danmark. Hann kom ongantíð á vøllin fyru besta liðið hjá Molde, men tað kemur hann helst fyri FC Fredericia. Tað er ein av orsøkunum, at hann valdi danska felagið.

 

Les eisini: Sonni Ragnar skift felag

 

- Høvðusorsøkin til at eg valdi FC Fredericia er venjarin (Jonas Dal Andersen). Hann var venjari hjá mær í FC Midtjylland og kann fáa tað besta burturúr mær, sigur Sonni Ragnar Nattestad í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá FC Fredericia.

 

Ein onnur orsøk til, at miðvingurin á føroyska landsliðnum valdi júst FC Fredericia, er spælitíð. Hann væntar at sleppa at spæla nógv.

 

- Tað er altíð kapping um plássini, men eg eri vísur í at eg sleppi at spæla, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

 

Skal í gongd aftur

Tað verður tó ein løta, áðrenn hann kemur í toppform, tí hann hevur verið heima í Føroyum í feriu í tveir mánaðir. Miðverjin er nú farin á venjingarlegu saman við restini av hópinum.

 

- Nú skal eg líka koma í gongd. Eg havi ikki spælt í tveir mánaðir, men gleði meg at brúka tíð saman við nýggju liðfeløgunum og koma ígongd. Á eini vejingarlegu kemur tú eisini at kenna spælararnar, sigur Sonni Ragnar og leggur afturat:

 

- Málið hjá mær er at menna meg sum spælara, og síðani koma víðari upp á eitt tíðspunkt, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

 

FC Fredericia er við í uppflytingarstríðnum í næstbestu deildini, og er hevur samstarv við FC Midtjylland.