Tættari samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð

Kommunurnar í Norðoyggjum og nakrar kommunur í Eysturoy hava sett hol á prátið um tættari samstarv. Tey hava enntá nevnt møguleikin fyri kommunusamanlegging tvørtur um Leirvíksfjørð

Nú halda politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum, at stundin er komin at jarða flokspolitisku stríðsøksina og heldur virka fyri samstarvi og samvinnu.

Tí kallaðu tey herfyri borgarstjórunum í Norðoyggjum, umframt borgarstjóranum í Fuglafirði og í Eysturkommunu á fund at tosa um samstarv.

- Á fundinum tosaðu vit í víðastu merking um kommunalt samstarv og eisini um at leggja kommunur saman, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.

Hon sigur, at sjálvandi vóru meiningarnar ógvuliga ymiskar.

Men kortini heldur hon, at talan var um ein góðan fund, tí fleiri hildu, at tað verður neyðugt við tættari samstarvi ímillum kommunurnar.

- Møguleikin var eisini nevndur um at leggja kommunur saman tvørtur um Leirvíksjørð og her var tað serliga ímillum Klaksvíkar kommunu og Eysturkommunu, hugsað varð um.

Ført varð fram, at soleiðis kundu vit fingið eitt uppaftur størri øki, sum kundi megna nógv meiri enn vit gera hvør sær sum er.

Hinvegin hevur borgarstjórin í fuglafirði ikki verið serliga hugaður fyri samanlegging.

Kortini heldur Gunvá við Keldu, at spurningurin um tættari samstarv og samanlegging, er eitt mál, sum skal búnast.


Neyðugt við samstarvi

Sjálv heldur hon, at tað verður meiri og meiri nátúrligt við meiri málrætaðum og skipaðum samstarvi, serliga tí at yngru ættarliðini hava ógvuliga lætt við at flyta seg.

- Sjálv ivist eg ikki í, at sum frálíður verður so tungar byrðar lagdar á kommununum, at tað verður vónleyst hjá hvørji einstakari kommunu at hava hvør sítt fullfíggjað tænastutilboð.

- Tí haldi eg, at tað í minsta lagi verður neyðugt at samstarva, so at ávís tilboð eru á einum staði og onnur tilboð so eru á einum øðrum staði.

- Annars fáa kommunurnar ikki ráð til at gera íløgur og verður ikki ráð til at byggja økini út, fara tey at doyggja so spakiliga, sigur Gunvá við Keldu.

- Tí verða vit noydd til at síggja økini í einum størri høpi, tí tað verður vónleyst hjá hvørji einastu kommunu at byggja seg fult út við skúlum, barnagørðum, ellisheimum og øllum øðrum tænastum.

Eitt samstarv, sum tosað varð um at skipa í størri høpi, var sløkkiliðið.

Annars staðfestir Gunvá við keldu, at onki ítøkiligt kom burtur úr fundinum hesuferð, men semja er um at taka hittast aftur eftir summarfrítíðina.

- Hetta eru alt viðurskifti, sum krevja tíð at verða viðgjørd og at búnast áðrenn nakað kann spyrjast burtur úr.

- Vit eru greið yvir, at fyrr ella seinni verða fleiri kommunur lagdar saman og so er tað betri, at kommunurnar eru til reiðar og sjálvi hava lagt ymisk viðurskifti til rættis, tá ið harraboðini koma.