Týskarar vinna altíð

Reglan hjá Gary Lineker varð staðfest, tá Oliver Neuville tveir minuttir fyri leiklok sendi Paraguay úr kappingini

HM-fótbóltur

Fyrsta av teium 8 1/8 finalunum varð leikt leygarmorgunin, og ikki óvæntað eydnaðist tað týskarum at vinna seg víðari, eftir at teir vunnu 1-0 á Paraguay.
Leingi varð Týskland tó hildið á pínubeinkinum, tí hóast greiða leikliga yvirvág, so eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin framvið Chilavert í málinum hjá Paraguay fyrr enn tveir minuttir fyri leiklok.
Hóast skaðastøðan hjá Týsklandi bara tykist at versna, so tóktist hetta ongan tíð at órógva liðið, sigurin sum heild var fult uppiborin.

Týskland-Paraguay 1-0 (0-0)
1-0: Oliver Neuville, 88