Tá sekularisma verður Gud

Er sekulariseringin við at gerast ein ideologi í sær sjálvum, sum hóttir við at oyðileggja okkara samfelag?

Erik Bjerager, Gud bevare Danmark,
Gyldendal, 2006

Ein tann mest umrødda bókin av sínum slag í løtuni er Gud bevare Danmark eftir Erik Bjerager, blaðstjóra á Kristeligt Dagblad
Útgangsstøðið í bókini er, at sjálvt um Gud segðist vera steindeyður fyri fleiri ættarliðum síðani, tykist áhugin fyri átrúna at vera størri enn nakrantíð. Átrúnaður er ikki til at koma uttan um, hvørki globalt, í samfelagnum ella í privatlívinum, og tí er tað ikki sørt av eini andsøgn, at sterkar kreftir her í byrjanini av 21. øld royna at trýsta kristindómin út úr almenna rúminum.
Í bókini ger høvundurin upp við tað sekulariseraða samfelagið, sum ikki vil viðurkenna ávirkanina, kristindómurin hevur á okkara mentan, men í staðin av øllum alvi roynir at skúgva átrúna út ella inn í privatsferuna. Bókin lýsir tann leiklut, kristindómurin hevur havt søguliga, mentanarliga og í modernaða vælferðarsamfelagum og ger vart við týdningin av, at tey kristnu virðini fáa pláss í samfelagslívinum. Hon tvíheldir um, at tann sekularisering av europeiska samfelagnum, sum einaferð gav meining, tí hon avmarkaði rásarúmið hjá eini alt ov máttmiklari kirkju, nú er farin út um øll mørk. Sambært høvundanum eru vit í staðin í ferð við at gera sekulariseringina til eina ideologi í sær sjálvum, sum hóttir við at oyðileggja okkara samfelag.