Tá úrslitið er avgjørt frammanundan

– so er at rokna baklens til samanteljingin passar

Í gjárkvøldið kundi D&V av­dúka, at á Hamragarði brúktu tey bara 1% meira til leiðslu enn í Heiminum á Grønanesi. Ella sagt øðrvísi, at tær góðu 100tús. krónurnar, sum tað eina prosentið svaraði til, ikki kundi orsaka, at neyðugt var at spara á Hamragarði. Altso hevði Annika Olsen, landsstýriskvinna sagt ósatt í D&V.
Tað er við ikki sørt av undran at staðfesta, at KvF er so selektivt í sínum tíð­inda­­flutningi.
Skjølini, sum Al­manna­ráð­­ið hevur kunngjørt um rakstr­ar­støðuna á Hamra­garði og Heiminum á Grøna­nesi vísa greitt, at á Hamra­garði hava tey gott og væl eitt árs­verk meira til leiðslu o.a. enn í Heiminum á Grønanesi. Kostnaður av hesum ársverki er góð ½ mio kr árliga.
Heldur enn at endurgeva henda veruleika - ja, so velur KvF at gera nýggja uppseting av rakstrarkostnaðinum, sum so stuðlar undir (ætlaða?) tíðindaúrslitið.
Í tinginum í dag varð sagt og endurgivið í ÚF, at á Hamra­garði røkja tey bók­halds­tænastur fyri onn­ur eldra­øki, og tí er leiðslu­kostn­aðurin so stórur. Hetta er heldur ikki rætt. Á Hamra­garði eru árligu meir­út­reiðslurnar til bókhald 80tús kr størri enn í Heiminum á Grønanesi, og er tað lítil partur av árligu 600-700tús. kr., sum resta í.
Harafturat, so var saman­beringin í KvF í gjárkvøldið heldur ikki serliga álitis­vekj­a­ndi.
Sambært samanteljingini í D&V, so taldi samlaði raksturin í Heiminum á Grøna­nesi 98%, meðan á Hamra­garði 100%.....?
Hokus pokus filiokus, sum ein fyrrverandi sjónvarps­stjóri segði á sinni.
Hvar tey 2% í Vestmanna blivu av - ja, tað segði tíð­indaslagið einki um.
Men kanska var bert talan um justering, fyri at fáa ætlaða úrslitið at stemma?