Tórshavnar Manskór konsert í Sandavágs Kirkju 28. september

Tórshavnar Manskór hevur havt eina røð av konsertum í vár/summar. Millum annað í Hósvík, Svínoy og í Múllers Pakkhúsi í Tórshavn. Annars hevur verið sungið til ymisk tiltøk hjá virkjum og felagsskapum, eitt nú til avdúkanina av standmyndini av Trónda í Gøtu.

Kórið hevur seinastu árini lagt seg eftir at gera konsertferðir til smærri og størri bygdir í Føroyum fyri at vekja um áhugan fyri manskórssangi, og verður konsertin sunnukvøldið eitt framhald av hesum konsertferðunum.

Endin á hesi konsertferðini 2008 verður sunnukvøldið 28. september kl. 19,30 í Sandavágs kirkju. Á skránni vera føroyskir, norðurlendskir og aðrir sálmar og sangir. Solistar verða: Andrias Reinert, Egon Hansen og Peter H. Niclasen

Kórið hevur farna árið gjørt upptøkur til triðju fløguna, og hesar eru næstan lidnar. Ætlanin er at fløgan skal koma út seinni í hesum árinum.

Tórshavnar Manskór er í besta blóma og telur kórið í løtuni uml. 40 sangarar. Sangstjórin er Bjarni Restorff, sum hevur verið leiðari kórsins øll 22 árini.