?Saman við tær? er heitið á nýggjari gospel-fløgu, sum Tórhild Bjarkhamar í Leirvík hevur givið út. Á fløguni eru 10 løg á føroyskum og enskum. Hetta er fyrsta fløguútgávan hjá Tórhild Bjarkhamar, sum við ljósu rødd síni framførir bæði kendar og ókendar sálmar og gospelløg. Í einum av sangunum, ?Maria visti tú?? fær hon hjálp av kendu songkvinnuni Eivør Pálsdóttir.
Fløgan er tikin upp í Kris-stuff STUDIO. Tónleikarar eru: Gunnar Guttesen, klaver, strúkara og harmonika, Niclas Johannesen, akustiskan gittara og el gittara, Kristoffer Mørkøre, bass, loops og slagverk, Brandur Jacobsen, trummur og Jákup Zachariassen, steel, dobro og akustiskan gittara.
Tórhild Bjarkhamar er 46 ára gomul og fødd og uppvaksin Leirvík. Hon er útbúgvin lærari og starvast í løtuni sum málsviðgeri í Barnaverndartænastuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Í sambandi við fløguútgávuna verður útgávukonsert í Kelduni í Skálafirði, fríggjakvøldið 27. februar klokkan 19.30.