Tórbjørn vil ikki rinda fyri vegin

Í lesarabrævi, ið Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur sent fjølmiðlunum, viðgerð hann ikki landsstýrið við mjúkum penni.

 

Ein rættuliga áhugaverd viðmerking, er viðgerðin av Eysturoyartunnlinum, ið gerast skal undir Tangafjørð. Tórbjørn Jacobsen vil verða við, at landsmyndugleikarnir ikki hava givið sær far um, hvørjar avleiðingar smogan fer at hava á ferðsluviðurskiftini báðu megin tunnilsmunnanar.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur í lesarabrævinum at “kanska ætla hann (Hendrik Old) og partafelagið, sum hann eigur, at smyrja avleiðingarnar uppí ermarnar á fyrr umrøddu kommunum, men so lætt fer hetta klaverið ikki at spæla. Í okkara føri snýr tað seg um einar 30 milliónir krónur, alt eftir hvør loysnin verður, og ta rokningina ætla borgararnir í Runavíkar kommunu ikki at gjalda”.

 

Tórbjørn mælir í lesarabrævinum til, at í fíggjarlógarviðgerðini skulu landsmyndugleikarnir hava hesi viðurskifti við. Lesarabrævið kann lesast í fullum líki her.