Hugnaløta
Herfyri var hugnaløta á Bátasavninum í Leirvík, har sveisisku systrarnar, Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann spældu á violin og klaver. Tær báðar byrjaðu at spæla saman sum heilt ungar, og hóast Monika er gift til Leirvíkar og í fleiri ár hevur búð í Føroyum, hava tær báðar luttikið saman í nógvum tiltøkum í heimlandinum. Soleiðis fara tær eisini at spæla í Sveits í summar, tá ið Monika fer heimaftur at vitja.
Tiltakið í Bátasavninum í Leirvík var sera væl eydnað, og yndisligi tónleikurin hjá systrunum báðum, sum eru ógvuliga væl samanspældar, setti sín serstaka dám á kvøldið, sum eisini var kryddrað við øðrum áhugaverdum. Listarliga var tónleikurin á einum høgum altjóða støði, og tær spældu løg, sum fevndu heilt frá konserttónleiki til sigoynaratónleik.
Tá ið Monika og Andrea høvdu spælt tað mesta av einum tíma og soleiðis høvdu fingið "hita" í tey 90-100 fólkini, sum vóru komin til tiltakið, var tónlistarligi parturin mest sum liðugur.
Fiskavørur
Jógvan Høj, stjóri á Norðfra, greiddi síðan frá, hvussu virkið í Norðdepli roynir at byggja upp ein heimamarknað - og hvussu stórur hesin marknaður í veruleikanum er.
Ein av vørunum hjá Norðfra, sum rættiliga hevur "fangað" millum føroyingar, er kenda og sera væl smakkandi fiskasuppan, har hýsa er grundarlagið saman við eitt nú eplum og gularótum. Henda suppa er vælegnað til nútímans føroysku familjurnar, sum eru nógv úti, tí hon er liðugtgjørd eftir einum korteri.
Vøruúrvalið, sum Jógvan og Norðfra bjóða heimamarknaðinum, er rættiliga stórt, og prísirnir eru avgjørt kappingarførir ? ikki minst tí, at Norðfra eisini selir beinleiðis til brúkararnar.
Tá ið Monika og Andrea høvdu spælt tað mesta av einum tíma, og Jógvan hevði greitt frá vøruútboðnum hjá Norðfra, vóru fólk vorðin svong. Tí kom tað væl við, at virkið í Norðdepli eisini hevði sett upp eina bufét við ymiskum fiskaúrdráttum ? og sjálvsagt eisini suppuni, sum rættiliga fekk bein at ganga á hetta kvøldið.
Eftir at fólk høvdu fingið sær ein bita ? og høvdu skolað niður við fiskasuppuni, spældu Monika og Andrea aftur eitt lítið tónleikastykki.
Turkihúsið
Síðan hevði Jóannes Eliasen orðið, har hann greiddi frá søguni aftanfyri turkihúsið í Leirvík, sum nú er karmur um snotuliga Bátasavnið hjá Ossa.
Tað vóru nevniliga Klæmint Eliasen, pápi Jóannes og Elias Eliasen, sum í sínari tíð bygdu turkihúsið.
Jóannes dugdi sera væl at greiða frá, hvussu turkihúsið varð bygt upp, og hvussu nógvur fiskur varð virkaður í húsinum í Leirvík og í turkihúsum kring landið annars.
Hann lýst pápan á ein áhugaverdan og livandi hátt ? sum ein mann, ið var høgt í metum í bygdini, ein sparin og myndugur maður, sum vendi hvørji krónu.
Jóannes greiddi eisini frá, hvussu tey, ið ikki vóru best fyri í bygdini, líkasum fingu ein framíhjárætt at arbeiða í turkihúsinum ? og tá ið nøkur høvdu arbeitt í eina tíð, sluppu onnur framat.
Klæmint legði soleiðis stóran dent á tað sosiala í bygdini.
Jóannes greiddi eisini sera hegnisliga frá ymiskum fólkum, sum høvdu arbeitt á virkinum.
Umframt at lýsa ta gomlu tíðina við turkihúsum, sum skaptu ein stóran aktivitet í bygdunum kring landið, dróg Jóannes eisini "paralellir" til dagin í dag, nú rávøra í stórum nøgdum fer av landinum, samstundis sum eingin lyftir hond frá síðu til at byrgja upp fyri hesum.
Bátasavnið
Tiltakið í Bátasavninum í Leirvík var fjølbroytt og sera væl eydnað. Tú fekst at vita um søguna, sum liggur aftanfyri tað samfelag, vit hava í dag ? á ein lættan og áhugaverdan hátt, tú fekst høvi at royna nýggjastu fiskavørurnar á føroyska heimamarknaðinum, og ikki minst varð løtan "kryddað" við ynsidligum violin-og klavertónleiki hjá sveisisku systrunum, Moniku og Andreu.
Tey, sum komin vóru til hugnaløtuna í Leirvík hetta kvøldið, fóru ríkari ? og mettari ? heimaftur, og sigast má, at Bátasavnið í Leirvík er ein fantastiskur karmur til slík tiltøk sum hetta.










