Jensina Olsen, Uni Arge, Guðrið Hansdóttir, Páll Finnur Páll ... autografarnir tyrpast á »The Wall of Fame« úti við hurðina í heimsins størsta føroyska fløguhandli, Tutl, har tónleikarar, sum hava havt ókeypis konsert í handlinum í fjør, lata heilsa.
Nakað trongligt er longu á vegginum, tí einar 70 konsertir bleiv tað til, sum ikki bara settu rættiligt lív í gongugøtuna. Eisini er tað týðiligt, at eitt ávíst samband er millum nøvnini á vegginum og ovastu plássini á listanum yvir mest seldu fløgurnar í fjør.
Ger teg sjónligan
Vit hava verið inni á gólvinum í Tutl-handilinum á Kata Horninum í gongugøtuni í Havn og fregnast eftir, hvussu tónleikaárið í fjør hilnaðist hjá einasta handlinum í Føroyum, sum selur fløgur burturav.
- Tað er ongin ivi um, at vilt tú selja fløgur í Føroyum, mást tú gera teg sjónligan sum tónleikari. Føroyingar keypa ikki longur eina føroyska fløgu, bara tí hon er føroysk. Og tann tíðin er eisini farin, tá fólk vildu eiga allar føroyskar tónleikaútgávur, sigur Kristian Blak, tónleikalig eldsál og stjóri í plátufelagnum Tutl.
Tí er kappingin við útlendska tilfarið eisini tað størri, so tað ræður um at gera vart við seg, har man kann, og gera tað áhaldandi, staðfestir Bjørg Dam, marknaðarleiðari í Tutl.
- Ein føroyskur tónleikari skal helst hava yvirskriftir javnan á eitt nú Portalinum, um hann ikki skal hvørva í mongdini. Í øllum førum er tað sera sjáldan, at fólk keypa eina fløgu hjá einum tónleikara ella bólki, tey ongantíð hava hoyrt um, sigur Bjørg Dam, sum er í ferð vit at stápla ein bunka á borðinum við mest seldu føroysku tónleikafløgunum í fjør.
Hóast ongin almennur metseljaralisti yvir føroyskar fløgur finst, gevur sølan í Tutl eina greiða ábending, umframt at starvsfólkini í handlinum sum heild hava ein neyvan fingur á pulsinum.
Ovast í bunkanum liggur fýrfaldaða útgávan hjá Páll Finnur Páll, og sum vit skilja, hevði hon nokk eisini átt eitt av ovastu plássunum á einum føroyskum metsølulista.
- Hendan útgávan hjá Páll Finnur Páll selur í øllum førum fantastiska væl. Tað má eisini sigast at vera rættiliga sermerkt, at ein so lutfallsliga ungur bólkur longu hevur fýra fløgur á baki, sigur Bjørg Dam.
Hartil hava Páll Finnur Páll dugað væl at skapa uppmerksemi kring seg, og tað hevur nógv at siga fyri søluna, minnir hon á.
- Eitt gott ummæli hjálpir altíð, men tað kann ikki metast við skumpið, sum ein góð konsert ofta gevur søluni av fløgum. Tað er minniliga konsertin hjá Týr við Múrin í summar eitt gott dømi um, tá sølan av Týr-fløgum fekk eitt týðiligt veiggj uppeftir, sigur Bjørg Dam.
Minnir og málbólkar
Eisini skapti ein konsert hjá Tinganest brádliga ein øgiligan eftirspurning, so Tutl í fjør mátti endurprenta teirra seinastu fløgu »Longst sum best«, sigur Bjørg Dam og hyggur nærri at bunkanum á borðinum.
Millum fløgur, sum eisini seldu serliga væl í fjør, finnur hon Eivør, Gurðið Hansdóttir, Frændur og Una Arge. Felags fyri hesar tónleikararnar er, at tey eru sera virkin og at fólk kenna tey.
Í bunkanum finna vit eisini fløguna hjá Halli Joensen, sum man hava rakt mangan nostalgiska hjartastreingin við sínum kendu contrisangum. Fløvin við minnini er eftir øllum at døma høgt í metum, tá fólk velja sær eina fløgu. Mest selda fløgan fyri jól í fjør var nevniliga V4 fløgan við gomlum útvarpsupptøkum, eins og barnasangirnir hjá Hjørdis og gentunum fingu eitt veruligt comeback.
Eitt væl hugsað konsept kann eisini gera stóra munin, og eitt slíkt tryggjaði fløgunum »Barnahjartafløga« hjá Jensinu Olsen og »Vinarløg« hjá føroyska Jógvan Hansen og íslendska Fríðrik Ómar pláss millum heilt nógv seldu fløgurnar í fjør. Eisini eru hesar fløgurnar dømi um týdningin av raka ein málbólk, vísir Bjørg Dam á.
Meðan konseptið hjá Jensinu Olsen longu hevði tryggjað henni ein málbólk gjøgnum hópin av framførslum og sjónvarpssendingum, var íslendskt/føroyska »Vinaløg« nakað nýtt, tá fløgan kom út.
- Við hesi fløguni hevur man uttan iva rakt vælvildina hjá føroyingum mótvegis Íslandi. Og øvugt, tú fløgan selur eisini sera væl í Íslandi. Hartil er konseptið við at lata ein føroying og ein íslending syngja tónleikaperlur úr landinum hjá hvørjum øðrum rættiliga forvitnisligt, heldur Bjørg Dam.
Málbólkurin nýtist heldur ikki at vera so ovurhonds stórur, tí fleiri smalar útgávur megnaðu eisini at gera rættiliga vart við seg í fjør. Eitt nú hava Klassisku tónleikaperlurnar hjá Stauss Joensen & Schnakenburg selt heilt væl, eins og fløgan »Fiddling Faroes« skapti stóran áhuga við sínum gomlu vísum í violinútgávu.
Tutl konsertirnar halda fram
Sum heild eru fólkini í Tutl væl nøgd við árið í fjør, og serliga mongu ókeypis konsertirnar í handlinum standa eftir sum eitt av positivu átøkunum. Tí er eisini ætlanin at halda fram við minst líka nógvum konsertum í ár.
-Tónleikararnir hava verið ómetaliga fittir at heita á, og so er hetta jú eisini eitt átak, sum øll fáa gleði av, bæði áhoyrarar, tónleikarar og vit. Og ikki minst ferðafólk, sum koma framvið um summarið. Tá er eisini ætlanin at hava serliga nógvar konsertir, tí sum plátufelag royna vit eisini allatíðina at verða eitt gott umboð fyri føroyskan tónleik úteftir, sigur Bjørg Dam.
Hvussu 2010 annars fer at hilnast er ringt at spáa um, heldur hon. Hinvegin kann hon longu nú lova, at ymiskt forvitnisligt er a veg
Til dømis fáa vit skjótt at hoyra Eivør í nýggjum stíli, ungi bólkurin The Dreams er á gáttini við nýggjari fløgu og hartil situr forsangarin í Týr, Heri Joensen, og leggur seinastu hond á sína fyrstu solofløgu.