Heri Simonsen, vallarvarpari til altjóða dystir
Men skulu vit sleppa at spæla altjóða dystir á ovara vølli í Gundadali í framtíðini, so er neyðugt, at øll spæla við. Til altjóða dystir eru altjóða reglugerðir galdandi. Vit kunnu halda hánt um hesar reglugerðirnar, men skulu vit taka lut í altjóða kappingum, so hava vit einki annað val, enn at halda tær.
Á ovara vølli í Gundadali eru umleið 2.000 sitipláss, sum eru góðkend av UEFA. At tey eru góðkend av UEFA merkir, at fólk skulu finna sær ein sess millum hesi 2.000 sitiplássini, soframt tey ikki eru trygdarvørðar, ella eru partar av løgregluni, sløkkiliðnum ella eru fyrstu hjálpararar hjá Reyða Krossi.
Til hvønn altjóða dyst á ovara vølli er ein umboðsmaður frá UEFA á staðnum. Hesin noterar, um føroyingar halda tær altjóða reglugerðirnar, sum eru galdandi til ein altjóða fótbóltsdyst. Tað tykist, sum nøkur heilt fá viðhaldsfólk hjá báðum havnarfeløgunum ikki leggja so nógv í hesar altjóða reglugerðirnar. Viðhaldsfólkini hjá NSÍ vóru fyrimyndarlig í so máta.
Trupuleikin er bara, at kemur ein ógvuliga kantutur UEFA-umboðsmaður, sum er ein paragrafjegari, til altjóða dyst á ovara vølli í Gundadali, so kann viðkomandi notera við stórum stavum, at føroyingar ikki halda reglugerðirnar, sum eru fyriskipaðar, við tað at teir standa og hyggja, sum teir ”plaga” at gera til ein Formuladyst hjá B36 ella HB.
Trupulleikin er bara fyri B36, HB, NSÍ o.o., at hesir áskoðarnir kunnu kosta okkum rættin at spæla altjóða dystir á graslíki.
So til dystin B36-Brøndby 31. juli, setið tykkum niður, so vit kunnu fáa fleiri sólskinssøgur, sum hana vit upplivdu týskvøldið.
Tillukku til NSÍ, og latið okkum stuðla teimum føroysku liðunum til evropeiskar dystir, eisini við at halda altjóða reglugerðirnar, sum eru galdandi til ein altjóða dyst.
Við altjóða fótbóltskvøðu.