Tóku 50 túsund myndir í Føroyum

Í døgunum 26.-30. juni vitjaðu 18 donsk yrkismyndafólk í Føroyum

Tey eru limir í Dansk Fotografisk Forening og hava fingið stuðul til at kanna kunst á ein annarleiðis hátt. Hesi myndafólkini hava fyrr verið í øðrum londum í somu ørindum, og hesaferð valdu tey so at koma til Føroyar.
 
Tað vóru føroysku myndamenninir Per á Hædd og Jørgen Lützen, sum skipaðu fyri ferðini. Jørgen Lützen sigur, at myndafólkini vóru so bergtikin av vakarleikanum í Føroyum, at fleiri av teimum ætla sær at koma aftur hendan vegin. Hann sigur, at tey tóku umleið 50 túsund myndir, meðan tey vóru her.
 
Myndafólkini vitjaðu nógvastaðni í Føroyum og vóru sera hugtikin av listini í føroysku kirkjunum.