Tíðirnar skifta, men Heine er tann sami

Heine Lützen hevur flutt nógv mørk innan kristiligan føroyskan tónleik. Við framførsluni á Fjarðafestivalinum flutti hann eingi mørk, men spældi eina sera góða og 100% Heine Lützen konsert.

Ummæli


Heine Lützen er ein av pionerunum innan kristiligan rokk, og á konsertini í leygarkvøldið upplivdu vit 100% Heina. Heine og hansara sera vælleikandi bólkur royndu ikki at bróta upp úr nýggjum. Hetta var Heine, sum vit kenna hann við rættiliga rock’n’roll kendum løgum og so inniligum lovsongstulkingum av klassiskum sálmum. Væl bakkaður upp av góðum tónleikarum og kórrøddunum hjá systir síni og hjá Jónsveini Heinesen, stóð Heine á tryggari grund, og hetta gav hon fríar teymar, at sleppa innara showmanninum út.

Eg havi onkuntíð eftirlýst, at Heine sleppur sínum innara Elvis út, og tað gjørdi hann í fult mát á hesi konsertini, Heine rokkaði og spældi útum pallkantin.


RocKingo’roll

Serliga stuttligt var at hoyra ein Kingo sálm í reindyrkaðari rock’n’roll ella skuldi eg sagt RocKingo’roll útgávu. Serliga dýrabart var, at næsta lag eisini var ein Kingo sálmur, ið varð tulkaður í hinum klassiska Heina stílinum, sum ein inniligur lovsongur.

Røddin var í nógvum løgum nakað snjallari, enn vit vanliga uppliva frá Heina, men í teimum inniligu løgunum, var røddin eins góð og altíð og boraði seg beint inn í hjarta á áhoyrarunum.

Størsta áskoðarahittið mundi vera, tá Heine sang sunnudagsskúla sangin “Gev mær olju á lampuna”, tá sang allur salurin við. Men tað gjørdi salurin eisini í inniliga endanum “Jesus hitt einasta”, ið nokk er størsta hittið hjá Heina.


Tann sami Heine

Sum pionerur hevur tú eina serstøðu, tú hevur gjørt títt, og tú hevur ikki altíð tørv á at endurnýggja teg. Ja, tað kann til tíðir vera serliga stuttligt at uppliva, at tú ert tann sami, og hóast tíðirnar eru skiftar, síðan Heine í bólkinum Samsint kollvelti kristiligan føroyskan tónleik, so er Heine til alla lukku tann sami.