Í morgin klokkan 13 verða korona-tilmælini í sambandi við jólahøgtíðina løgd fram.
Tíðindafundurin verður hildin í Kringvarpinum. Á tíðindafundinum luttaka løgmaður, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.
Hvat tíðindafundurin heilt konkret fer at snúgva seg um, er ikki greitt enn. Nógv kjak hevur annars verið í seinastuni um, hvussu vit skulu handfara náttarlívið, nú so nógvir útisetar koma heim á jólum. Røddir hava verið frammi, sum vilja steingja náttarlívið um jóltíðir, meðan onnur halda hetta hugskotið vera púra burtur við.
Um vit verða klókari um, hvat landsstýrið ætlar at gera við hetta, fáa vit at síggja í morgin klokkan 13.
Smittutalið hevur verið støðugt vaksandi seinastu vikurnar. Bara í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, og nú eru tilsamans 22 smittað í Føroyum.