- Tíðin er farin frá Norðuratlantsbólkinum

Tíðin er farin frá Norðuratlandsbólkunum, og stundin er komin, at grønlendsku fólkatingsumboðini fara upp í danskar flokkar aftur.

Tað heldur Lars-Emil Johansen, sum samanlangt hevur umboðað grønlendska Siumut á danska fólkatingið í 16 ár.

Lars-Emil Johansen sigur, at umstríddi Høgni Hoydal, sum hann rópar formannin í Tjóðveldinum, forðar Grønlandi fyri breiðari samstarvi í Fólkatinginum. Føroyska fólkatingsumboðið heldur seg burtur frá øllum hugsandi samstarvi, og tað er ikki ein fyrimunur fyri Grønland.

- Norðuratlantsbólkurin gloppar ikki hurðini til størri samstarv við aðrar flokkar. Norðuratlantsbólkurin hevði sína tíð, meðan vit stríddust fyri sjálvstýri. Vit hava sjálvstýri í dag. Vit hava tryggjað okkum ognarrættin til okkara ríkidømi. Oljumilliardirnar eru okkara. Sjálvstýri er nú eitt grønlendskt mál. Tíðin er farin frá Norðuratlantsbólkinum, tað eru komnir aðrir bollar í suppuna, sigur Lars-Emil Johansen í tíðindaskrivi, sambært grønlendskum miðlum.

Tað ræður nú um at samskifta við aðrar flokkar, heldur enn at avbyrja seg saman við Norðuratlantsbólkinum.

- Inuit Ataqatigiit skuldi fingið samstarv í lag við Socialistisk Folkeparti, sum verður samgonguflokkur saman við Socialdemokratunum eftir valið. Eitt tætt samstarv við Socialdemokratarnar, sum Siumut syrgir fyri, og tætt samstarv við Socialistisk Folkeparti, sum IA kundi syrgt fyri, hevði givið Grønlandi ein munandi sterkari profil í Fólkatinginum, heldur enn samstarv við Høgna Hoydal og hinar. Soleiðis fáa samgonguflokkarnar nógv tættari tilknýti til grønlendsku umboðini, skrivar Lars-Emil Johansen.

Lars-Emil Johansen bjóðar seg ikki fram til hetta fólkatingsvalið.