Kappingin í 1. deild er nú ellivu umfør gomul, og KÍ er framvegis ikki farið av vøllinum uttan úrtøku.
Í dag var næstbesta liðið hjá Skála í Klaksvík, har líkindini ikki vóru góð. Nógvi vindurin vestureftir vøllinum órógvaði nógv, og tá ið tað so regnaði illa, var tað ikki so hugaligt hjá teimum á vøllinum og spælið var ikki so skipað.
KÍ vann 1-0. Einasta málið skoraði Eivin Sørensen, tá ið nítjan minuttir vóru farnir. Hann smekkaði til úr tjúgu metrum, og bólturin sat í netinum aftanfyri Sonni Højgaard.
Klaksvíkingar høvdu fleiri aðrar møguleikar at fáa mál, uttan at tað eydnaðist, og einar tvær ella tríggjar ferðir vóru skálamenn í góðari støðu.
Á KÍ liðnum vóru eitt nú Hjalgrím Elttør, sum var á vøllinum, inntil tað restaði eitt korter, og Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum varð skiftur út, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Unglingaspælarin Jonn Johannesen, sum hevur verið onkra løtuna á besta liðnum, varð skiftur út longu sjey minuttir undan steðginum.
Einastu spælararnir á Skála liðnum, sum hava verið onkra lítla løtu á besta liðnum, vóru Andreas Egeberg Jacobsen og Jákup Joensen.
Eftir ellivu dystir er KÍ oddalið við 31 stigum, og Skála hevur sjey stig. Undan hesum umfarinum var Skála á áttanda plássi.