Leygarkvøldið tann 5.juni verður stóra finalan av Ársins Songrødd 2004. Aftan á at 50 luttakarar hava verið við í teimum fimm innleiðandi undanumførðini, eru 10 luttakarar eftir, sum skulu kappast um at blíva besta songrøddin vit hava í føroyum í ár.
? Samanumtikið kann man siga, at kappingin hevur verið spennandi og til tíðir sera hørð, tað er als ikki bara so, at standa á einum palli framman fyri eini stórari áskoðarafjøld at syngja, og serstakliga ikki, tá ið tað er fyrstu ferð, sigur Mark Joensen, fyrireikari.
Tað er neviliga so, at nógv teirra, ið luttaka í Ársins Songrødd, eru við fyri fyrstu ferð, og nógv teirra hava ei heldur ikki staðið á palli fyrr og sungið í mikrofon.
Við tí í huga eiga vit at hava stóra virðing fyri øllum teimum, sum hava luttikið, og sjálvt um tað vóru 40 sum ikki komu víðari í finaluni, hava tey uppiborið eitt stórt herðaklapp fyri tað dirvi, tey vístu við at stíga upp á pallin. Vónandi kann Ársins Songrødd vera við til at menna tey tónlistaliga, sigur Mark Joensen.
Nú standa 10 luttakarar eftir, sum leygarkvøldið skulu upp á pallin aftur, og einki er at ivast í at, tað verður ein sera spennandi finala.
Eitt sum skilur seg sundur í mun til undanfarin ár er, at nú kemur ikki fyri at sama lagið verður framført tvær ferðir, og eisini eru løgini sera fjølbroytt í ár. Tað er tí at reglarnar nú eru broyttar til, at nú velur ein sjálvur, hvat lag ein vil syngja.
Tey sum kappast um heitið um at gerast Ársins Songrødd 2004 eru:
Lív Næs og Nicolina Midjord
Ólavur Larsen
Jenny Old
Eyðstein Jacobsen
Birita Bisp & Co
Bára S. Samuelsen
N.Barbara Abrahamsen
Kristleyg Hansen
Gudney Rasmussen
Jógvan Joensen
Umframt at verða kosin »Ársins Songrødd 2004"« fær vinnarin ein gávucheck upp á 10.000 krónur. Nummar 2 ein gávuchekk upp á kr.5.000 krónur og nummar 3 fær ein gávuchekk upp á kr.3.000 krónur.
Tá ið finalan er av fara allir finalistarnir v.fl. oman í »Manhattan« til eitt sokallað »After-party«. Har verður borðreitt við mati, og Føroya Bjór hevur latið okkurt gott til »háls og humør«
Tað er vanligt tá ið tað er finala í Ársins Songrødd, at okkur góður tónleikari ella bólkur spælur aftan á sjálva kappiningina, og so verður eisini hesaferð. Tað er vælumtøkti tónleikabólkurin »PÁLL FINNUR PÀLL«.
? Teir eru júst í ferð við at gera nýggj løg, og spennandi verður, um vit fáa loyvi at hoyra nakað av tí nýggja tilfarinum. Teir eru annars kendir fyri at smíða løg sum á ein ella annan hátt fáa teg at tralla við, eisini sjálvt um tú ikki júst kann fyrihalda teg við tí sum verður sagt frá í teimum frísinnaðu tekstunum. Hinvegin so kann ein siga, at »PÁLL FINNUR PÁLL« við tónlistaliga stíli sínum rakar eina stóra fjøld júst har sum teir skulu, sigur Mark Joensen.