Týdningurin av støðini á Sornfelli skal kannast

Løgmaður hevur enn onga meining um brævið frá fólkaflokkinum um at føroyingar sjálvir skulu reka støðina á Sornfelli, saman við NATO

Radarstøðin á Sornfelli

Landsstýrið fer nú at kanna, hvønn týdning, radarstøðin á Sornfelli hevur. Samstundis fer Landsstýrið at kanna eftir, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um støðin verður niðurløgd.
À fundinum ímillum Anders Fogh Rasmussen og Jóannes Eidesgaard varð eisini komið inn á uppskotið hjá donsku stjórnarflokkunum um at niðurlegga radarstøðina á Sornfelli.
Men danska stjórnin hevur eisini gjørt sær greitt, at málið skal leggjast fyri føroyskar myndugleikar.
Men fyri at kunna taka støðu til tað málið, verður neyðugt hjá okkum at kanna viðurskiftini út í æsir.
? Tí hava boðað danska forsætisráðharranum frá, at vit ætla at kanna málið nærri, sigur Løgmaður.
Avtalan við Anders Fogh Rasmussen er sostatt, at Løgmaður skal seta seg í samband við
danska verjumálaráðharran fyri at viðgera spurningin saman við honum.

Ongan hernaðarligan týdning
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum hevur áhuga fyri okkum, er ikki, hvønn hermálsligan týdning, støðin hevur.
?Tað, sum hevur okkara stóra áhuga, er at lýsa so væl sum gjørligt, hvønn týdning, støðin hevur fyri vanligu loftferðsluna og skipaferðsluna í økinum rundanum Føroyar og, hvønn týdning, hon hevur fyri leitingar- og bjargingararbeiðið kring Føroyar.
Jóannes Eidesgaard sigur, at enn er avgerð ikki tikin um at leggja støðina niður.
? Fyribils er talan um eitt uppskot til eina semju og nú eu samráðingar ímillum stjórnarflokkarnar um uppskotið, og tí er avgerð ikki tikin enn um at niðurleggja støðina.
Tú hevur fingið bræv frá fólkaflokkinum um støðina, sum vit endurgeva aðrastaðni í blaðnum og har flokkurin sigur, at vit eiga at umhugsa at reka støðina sjálvir, saman við NATO, um so er, at danir ikki vilja vera við longur?
? Eg haldi ikki, at tað er ábyrgdarfult av mær at gera viðmerkingar til tað, fyrrenn vit hava fingið greiði á, hvønn týdning, støðin í veruleikanum hevur fyri vanliga skipaferðslu og loftferðslu í Føroyum og fyri leiting og bjarging o.s.fr.
?Fyrrenn vit hava fingið greiði á tí, ber ikki til at hava eitt greitt sjónarmið um støðina, sigur Jóannes Eidesgaard.