TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Pól Johannus Justinussen aftaná Pól Johannus Justinussen og liðfelagarnir í NSÍ høvdu vunnið 4-3 á HB á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í dag.
Pól Johannus Justinussen undirstrikar, at tað hevði sera stóran týdning fyri NSÍ at vinna í dag fyri at halda samband við oddaliðini.
Pól Johannus Justinussen heldur, at talan var um ein undirhaldandi dyst fyri áskoðararnar í dag. Hann gleðir seg um, at fleiri mans eru á veg aftur frá skaðum.
Í samrøðuni greiðir Pól Johannus Justinussen eisini frá málunum hann skeyt í dag.