Týdningarmikið at hava eina kabarett á ólavsøku

(Ólavsøka - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Petur Meinhard Ellebye Andersen greiða frá ólavsøkukabarettini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson gjørdi við Petur Meinhard Ellebye Andersen í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2.

 

Petur Meinhard Ellebye Andersen er ein av høvuðsfólkunum aftanfyri ólavsøkukabarettina. Petur Meinhard Ellebye Andersen sigur, at tað hevur sera stóran týdning, at fólkið sleppur til eina ólavsøkukabarett. Tað eru nógvir ólavsøkugestir, sum seta ein tíma av til at uppliva góða, lokala satiru.

 

Petur Meinhard Ellebye Andersen staðfestir, at í ár verða tað bæði kommunalir politikkarar og landspolitikkarar, sum fáa toyggið í ársins ólavsøkukabarett.