Syngja og boða Guðs orð í Grønlandi

Í morgun fór grønlandstoymið hjá Heimamissiónini fyrst til Íslands og síðan til Grønlands at syngja og boða Guðs orð.

Í morgun fór sonevnda grønlandstoymið hjá Heimamissiónini avstað. Fyrst gongur leiðin til Íslands og so víðari til Grønlands í morgin.

 

- Hetta er áttanda árið á rað, at eitt toymið frá Heimamissiónini fer til Nuuk at syngja og boða Guds orð. Toymið býr á Sjómansheiminum í Nuuk og kemur at arbeiða í og út frá heiminum.

 

Í Heimamissiónini siga tey, at eins og undanfarin ár kemur toymið at virka við á andaktum og bíbliutímum á sjómansheiminum, og toymið kemur eisini at vitja kirkjur, samkomur, fangahúsið, ellisheim og sjúkrahús.

 

- Vit fara eisini at vitja umborð á skip, sum koma inn í Nuuk, meðan vit eru har yviri, siga tey í grønlandstoyminum, sum telur 10 fólk og verður aftur í Føroyum hin 22. august.