Leygardagin 6. oktobur bjóðar Norðurlandahúsið til eina framførslu frá Føroya Symfoniorkestri. Symfoniorkestrið framførir verk eftir Glinka, Brahms og Sibelius.
Fyrsta symfoni hjá Sibelius varð skrivað í 1898, tá Sibelius var 33 ára gamal.
Fyrstu framførsluna 26. Apríl 1899 dirigeraði komponisturin sjálvur. Tó ikki í tí líki vit kenna hana i dag. Sum vit kenna hana, varð hon fyrst framførd 18. Juli 1900 í Berlin av Helsinki Philharmoniska orkestrinum, undir leiðslu av Robert Kajanus.
Symfoniin byrjar varisliga við eini víðsveimandi klarinett solo yvir eini langari pauku hvirlu. Vit møta hesum hugskoti aftur tá fjórði satsur byrjar, men nú spælt við fullari styrki av strúkarunum akkompagnerað av træ- og málmblásarum.
Skrá:
Glinka: "Ruslan og Ludmila" ouvertura
Brahms: Haydn variatiónir
Jean Sibelius: Symfoni nr. 1 e-moll Op. 39
Tiltakið byrjar klokkan 19.30.
Hetta veit heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum.










