Føroyska svimjilandsliðið var um vikuskiftið í Íslandi, og kappaðist um Íslendska meistaraheitið. Føroyska landsliðið endaði á einum samlaðum fjórða plássi av ellivu luttakandi feløgunum, og hetta má sigast at vera á einari góðari leið.
Tvey gull heiðursmerkir
Bestu føroysku avrikini í Íslandi, stóðu Jóannes á Fløtti og Andrass Thomsen fyri. Í 200 metrum rygg vann Jóannes á Fløtti við tíðini 2.24.90, meðan Andrass Thomsen vann sannførandi 1500 Frí við tíðini 18.27.58. Úr Íslandi verður sagt, at Andrass mundi vera einar 25 metrar frammanfyri nummar tvey. Umframt tey tvey gullheiðurmerkini, vann føroyska landsliðið eisini 10 bronsuheiðursmerkir.
Tveir svimjarir heiðraðir
Siður er á føroyska landsliðnum, at svimjarar á bæði manns- og kvinnusíðuni verða heiðraðir eftir lokna kapping. Metingarstøðið verður gjørt eftir arbeiðsavriki, morali og svimjitíðum, og eftir Islendska meistaraheitið var avgjørt at henda heiður høvdu Aksal Holm Norðfoss og Benthe Sikivat Andersen uppiborið.
Landsliðsvenjarin rímuliga væl nøgdur
Landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, var rímuliga væl nøgdur við avrikini hjá svimjarinum í Íslandi. - Tær persónligu tíðirnar vóru verri enn tá FM var, og tað var eitt sindur óheppi, segði Petur Heðin eftir kappingina. Petur Heðin á Fløtti vísti eisini á, at støðið í kappingini ikki var so høgt sum undanfarin ár, og høvdu føroyingarnir havt sterkastu manning, so høvdu vit avgjørt havt møguleika at vunnið kappingina. Eisini greiddi Petur Heðin frá, at tað at svimjarnir svomu í uttandura hyljum, allahelst var ein av orsøkunum, at svimjarnir ikki stóðu seg enn betri.
Fara undir fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar
Nú fáa svimjarnir frí í nakrar vikur, og so verður herjað á aftur í august. Stórar avbjóðingar standa fyri framman, har málið er, at svimjarnir vera so væl fyri sum yvirhøvur møguligt til oyggjaleikirnar komandi summar. Umframt oyggjaleikirnar skulu svimjarnir kappast um NJM í desember og møguliga í mars mánaði komandi ár, fara føroyingar at kappast um stutthyljameistarheitið í Íslandi.