Svimjikvinnurnar í stórum stíli

Føroyska kvinnustafettin lat ongan iva valda um besta liðið, tá ið tær vunnu sannførandi sigur í greinini 4x50 metrum blandað.

 

Tað vóru tær fýra Mona Simonsen, Jutta Thomsen, Shaila millum Garðarnar og Elspa Mørkøre, ið vunnu gullheiðursmerkið, og samstundis bukaðu seks ára gamla Oyggjakeikametið við tveimum sekundum.