Svikarar royna at hótta fólk til at gjalda

Eisini fólk í Føroyum fáa í hesum døgum teldubrøv við hóttanum, sigur løgreglan

 – Tað er einki hald í hóttanum, og tí skulu fólk ikki geva eftir og gjalda.

Tað sigur løgreglan í morgun, eftir at eisini fólk í Føroyum eru farin at fáa teldubrøv, har roynt verður at hótta tey til at gjalda svikarum pengar.

Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið ringdu trý fólk til teirra at boða frá, at tey vóru hótt eftir pengum.

Talan er um svikarar, sum senda fólki teldubrøv, har hótt verður við at almannakunngera avdúkandi myndir, ella videofilmar, av teimum.

Talan er um myndir, har tey eru nakin, ella myndir við seksuellum innihaldi, og sum tey nú hótta við at almannakunngera á internetinum.

Vilja fólk sleppa undan at fáa myndirnar almannakunngjørdar, skulu tey rinda 1.900 amerikanskar dollarar á eina kontu.

Svikararnir siga, at teir hava sníkt eitt forrit á telduna hjá fólki, soleiðis at teir hava yvirtikið myndatólið í telduni, og sostatt hava teir fingið fatur á teimum pínligu myndunum.

Svikararnir hava onkrar upplýsingar, sum skulu eitast at »prógva«, at hetta er álvari. Eitt nú kunnu teir hava fingið fatur á onkrum gomlum loyniorði, sum tú onkuntíð hevur brúkt til okkurt, og sum liggur og sløðist á internetinum.

Brúkar tú sama loyniorð enn, eigur tú at skifta tað beinanvegin.

Men løgreglan sigur, at tað er einki hald í hesum hóttanunum. Svikarar kunnu ikki yvirtaka myndatólið í telduni og teir hava ikki nakað sum helst avdúkandi tilfar um tey fólk, teir hótta.

Hetta eru teldubrøv, sum verða send túsundtals fólkum, og vónin er sostatt at onkur fær kaldar føtur og rindar peningin.

Slík teldubrøv koma ofta í bylgjum, nú er nakað síðani at ein slík bylgja var, men nú hevur ein nýggj bylgja eftir øllum at døma tikið seg upp.

Men løgreglan sigur, at tey, sum fáa slík teldubrøv, skulu ikki svara teimum – og tey skulu so slett ikki gjalda peningin, tí einki hald er í hóttaunum. Ístaðin fyri skulu tey sleppa mailin, sigur løgreglan.

Og so er tað sjálvsagt altíð hyggjuráð at hava góð anti-virus forrit á telduni ­– men skal tað vera, ber eisini til at seta eitt heftiplástur, ella okkurt annað út yvir linsuna á myndatólinum.

Løgreglan kannar tær fráboðanirnar, tey hava fingið, men tað er lættari sagt enn gjørt at fáa fatur á teimum, sum leggja slíkt til rættis.