Sviar søktu spaniólar

Svøríki vann leygardagin 2-0 á Spania í EM-undandysti. Londini eru í bólki saman við eitt nú Danmark, og svenski sigurin kom sera væl við, meðan Spania er í trupulleikum eftir tvey tap á rað. Málskjúttar hjá Svøríki leygardagin vóru Johan Elmander, sum fyri kortum spældi við Brøndby, og Markus Allback, sum spælir fyri FCK.Ísland spældi eisini dyst í hesum bólki, og her gekk av skriðuni til hjá Íslandi, sum tapti heili 4-0 á útivølli ímóti Letlandi.