Sverri fekk sítt besta úrslit

Rógving: Sverri Sandberg Nielsen fekk sítt besta úrslit higartil í World Cup-finalu í Beograd.

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, fekk sunnudagin eitt frálíka gott úrslit, tá ið hann var við í World Cup-finalu í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd.


Hetta var aðruferð, at hann hevði róð seg í eina World Cup-finalu, og hesaferð kom hann heilt tætt heiðursmerkjunum. Sverri bleiv nevniliga samanlagt nummar fýra aftanfyri Ondrej Synek, Roman Roeoesli og Oliver Zeidler.


Danska rógvisambandið skrivar, at úrslitið hjá Sverra er tað besta á leiðini higartil. Sverri var, sum hann ofta er, fremstur eftir 500 metrar, men hesaferð misti hann ikki eins nógva tíð til kappingarneytarnar sum hann plagar, skrivar roning.dk.