Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Lagerbäck, verður skeiðshaldari 4. mai, tá ið FSF fer at skipa fyri íblástrardegi fyri venjarum í fremstu deildunum og á landsliðunum.
Síðani 1990 hevur Lars Lagerbäck verið knýttur at svensku landsliðunum. Fyrst var hann í fimm ár venjari hjá ungdómslandsliðum. Í 1996 og í 1997 var hann venjari hjá B-landsliðnum, so var hann í 1998 og 1999 hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, 2000-2004 var hann venjari hjá A landsliðnum saman við Tommy Søderberg, og síðani 2004 hevur Lars Lagerbäck einsamallur verið høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum.