Svenning og Poul á trúboðaraferð

Í sambandi við trúboðaraferð í Danmark vitja Svenning av Lofti og Poul Færø á Malta í Hirtshals í vikuskiftinum. Leygarkvøldið 21. mars kl.19.30 og sunnukvøldið 22. mars kl. 18 verða eykamøtir á Malta, har Poul Færø og Svenning av Lofti koma at tala, og Marner av Lofti og Hans Jákup á Lava koma at spæla og syngja.

Svenning og Poul eru fyri aðru ferð á trúboðaraferð í Danmark innanfyri tveir mánaðir. Teir eru ikki einans á prædikuferð, men eisini fyri at vitja føroyingar, sum eru fastbúgvandi í Danmark.

Fastbúgvandi føroyingarnir í Danmark eru í túsundatali, so her kann verða nóg mikið at tríva í hjá einum andaligum hirða. Teir hava seinasta hálva árið ferðast nógv saman til møtir runt í Føroyum, og teir savna nógv fólk har teir koma, sigur Poul Jóhan Djurhuus í tíðndaskrivi frá Malta.