TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tvey upptaktsprát, ið eru gjørd í samband við finaluna í firmakappingini - spurnarkappingini - hjá Rás2, sum verður fríggjadagin 29. apríl klokkan 15.30. Finalan er millum Svend Krosstein og Bygma Balslev
Í hesum ljóðbrotinum verður prátað við liðskiparan hjá Svend Krosstein, Johnny Samuelsen (myndin), sum er við gott mót, og tippar, at Svend Krosstein fer at vinna finaluna við tveimum stigum.
Prátað verður eisini við Harald Eirikstoft, deildarleiðara, sum umframt at tippa, at Svend Krosstein vinnur við fýra stigum eisini fortelur um virksemið hjá fyritøkuni.
Fyri starvsfólkini hjá Svend Krosstein hevði tað nógv at siga at vinna á Mariu Poulsen á Hálsi í hálvfinaluni.










