Alt bendir nú, at tann svarti nashyrningurin er útdeyður í vestara parti av Afrika, og ránsveiði fær skyldina. Nú eru tað so bara teir, sum eru í ymsum djóragørðum, sum eru eftir á lívi.
Sambært BBC er hetta aðru ferð í heyst, at tað verður staðfest, at nashyrningar eru útdeyðir. Fyrru ferð var, tá myndugleikarnir í Indonesia herfyri kunngjørdu, at tann serligi nashyrningurin á oynni Java var farin í søguna.
Altjóða náttúruverndarfelagsskapir siga í einari nýggjari frágreiðing, at nógvir djórastovnar eru so illa fyri, at tað er stórur vandi fyri, at teir fara at doyggja út.