Svarið frá Sirið var ikki í tráð við veruleikan

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, var so mikið ónøgdur við svar, hann fekk upp á fyrispurning til landsstýriskvinnuna í heilsumálum um bíðitíð til skurðviðgerðir fyri ryggtrupulleikar, at hann nú spyr av nýggjum.

 

Í svari sínum upplýsti Sirið Stenberg millum annað, at 57 føroyingar blivu rygg-skurðviðgjørdir í fjør, og at bíðitíðin í miðal fyri slíkar skurðviðgerðir er umleið tvær til fýra vikur - men um talan er um akutta viðgerð, er eingin bíðitíð.

 

Men Kári P. Højgaard er slett ikki nøgdur við svarið upp á teir tilsamans sjey spurningarnar, ið hann hevur fingið frá landsstýriskvinnuni, og spyr tí av nýggjum.

- Eg eri vitandi um, at tað eru fólk, ið hava havt stórar trupulleikar í upp til eitt ár og kanska longur, so tá eg fekk hetta svarið og fleiri reaktiónir frá øðrum, so helt eg tað, at hetta kundi ikki standa ósvarað. Tí havi eg sett nakrar útdýpandi spurningar til landsstýriskvinnuna, sigur Kári P. Højgaard.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kára P. Højgaard.