Svínoyar bygdarráð skipað seg

Á fundi hóskvøldið skipaði komandi bygdarráðið í Svínoy seg við Eyðuni Jacobsen sum borgarstjóra í Svínoy eftir 1. januar.
Næstformaður verður Jógvan Edmund á Geilini, meðan triði limurin er Jakoba Bech. Hon er nývald, meðan hinir báðir eru afturvaldir. Pól Sundsskarð, sitandi borgarstjóri, valdi ikki at stilla upp aftur til kommunuvalið, og fer hann sostatt frá tann 31. desember.
Í tíðindaskrivi sigur nýggja bygdarráðið, at tey ynskja at takka øllum, sum vóru við til at velja komandi bygdarráðið.