Suu Kyi var í rættinum fyri fyrstu ferð síðani kvettið

Síðani hernaðarkvettið í Myanmar hevur landsins fólkavaldi leiðari eftir øllum at døma verið í húsavarðhaldi í høvuðsstaðnum, Naypyidaw.

Aung San Suu Kyi, frákoyrdi leiðarin í Myanmar, hevur í dag verið á rættarfundi, har fleiri punkt vórðu løgd aftur at ákærunum ímóti henni.

Tað upplýsir Min Min Soe, advokatur, sum umboðar Aung San Suu Kyi.

Fyrsti fólkavaldi leiðarin í Myanmari var á rættarfundinum gjøgnum video, og hon er skuldsett fyri at hava elvt til almennan ófrið, at hava havt walki-talki uttan loyvi og at hava brotið landsins koronureglur.

Tað er fyrstu ferð, at Aung San Suu Kyi hevur sæð advokatarnar, sum skulu tosa søk hennara í rættinum. Tað er eisini fyrstu ferð, at hon sjálv er sædd alment.

Hildið verður, at Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi í høvuðsstaðnum, Naypyidaw, síðani hernaðarkvettið.

Sambært advokatinum, Khin Maung Zaw, sum eisini er ein partur av løgfrøðingunum hjá Suu Kyi, sá 75 ára gamli leiðarin út til at hava tað gott.

– Vit kunnu enn ikki við vissu siga, hvussu nógvar ákærur verða ímóti Aung San Suu Kyi, sigur Khin Maung Zaw eftir rættarfundin.

– Alt kann henda í hesum landinum í løtuni, sigur hann víðari.

Meðan málið ímóti Suu Kyi varð viðgjørt virtuelt í rættinum, gingu mótmælisfólk aftur á gøtuni í dag. Harvið gjørdu tey aftur ímóti boðunum hjá hervaldinum eftir eitt blóðugt vikuskifti.

Mótmæli hava verið í ein mánað í Myanmar, eftir at herurin tók valdið frá fólkavalda leiðara landsins, Suu Kyi og forsetanum Win Myint á einum kvetti 1. februar.

Síðani hevur harðskapurin í landinum vaksið, og í gjár var tann higartil blóðugasti dagurin í landinum eftir hernaðarkvettið.

Minst 18 fólk doyðu sambært ST í gjár, tá herurin og løgreglan skutu ímóti mótmælisfólki í fleiri býum í landinum. Tað er óvist, hvørjar keldur ST hevur til deyðstalið. Sambært ST er talan um »álítandi keldur«.

Fleiri hundraðtúsund fólk hava verið við til mótmælini seinastu dagarnar. Fyrst brúkti herurin táragass ímóti teimum, men seinastu dagarnar er herurin farin harðari fram ímóti teimum og hevur skotið við skørpum.

Mótmælisfólkini krevja frásettu stjórnina setta aftur til valdið.

Roknað verður við, at næsti rættarfundur verður 15.mars.

/ritzau/AFP