Tað er eitt altjóða samstarv millum eitt føroyskt tónaskald, ein danska tónleikara og eitt danskt orkestur, ið vann FMA virðislønina fyri Ársins útgáva/konsert í opna bólkinum.
Tað var útgávan Danish & Faroese Recorder Concertos eftir Sunleif Rasmussen við Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra, ið fekk handað virðislønina fyri løtu síðani.
Hini, ið vóru í uppskoti til virðislønina, vóru Kvøldtankar eftir Tórshavnar kamarkór og Kvonn hjá Einglarót.
Hetta er onnur virðislønin, Sunleif Rasmussen fær í kvøld. Hann fekk eisini heiðurin fyri ársins kompositión fyri løtu síðani.