Fyribilstøl benda á, tann sjáldsama nógvi hitin í nógum evropeiskum londum í summar kann hava kostað umleið 20.000 fólkum lívið.
Serliga Frakland varð meint rakt av tí nógva hitanum, sum var tað heitasta har í meiri enn 60 ár. Franska heilsuverkið sigur, at umleið 13.000 fólk doyðu beinleiðis ella óbeinleiðis av tí nógva hitanum. Ein orsøk til, at Frakland varð so illa rakt, sigst vera, at bara fá hús í Fraklandi hava skipanir, sum køla luftina innandura.
Tey flestu, sum doyðu í Fraklandi, vóru sjúk og eldri fólk.