Summarfestivalurin helt í ár fast í einum sera góðum siði, at lata eitt óroynt nýtt navn lata festivalin upp. Eftir at Prix Føroyar fór í søguna, er tað vorðið heilt forkunnugt at hoyra óroynd tónleikanøvn á stórum pallum. Tey mongu sum ikki ganga á GBOBOm konsertir í Virkishúsinum, Margarinfabrikkini ella Losjuni við Gøtugjógv hoyra nærum ongantíð nýggj og óroynd nøvn, so tað er vert at taka hattin av fyri Summarfestivalinum, sum í fjør lat 25 oyra lata festivalin upp, og í ár valdi at leggja fyrsta pallin til Grandma?s Basement. Ein fín og hóskandi byrjan, ið gevur hesum bólkum góðar og neyðugar royndir.