Rani og Ingibjørg høvdu fyrstu framførsluna og harvið er Summar Festivalurin 2014 í gongd.
Í løtuni spælir bólkurin Marius í Tjaldinum. Seinni er Hans Andrias á skránni og so er stóra brakið við Twisted Sister.
Eftir tað fara Karl Martin og hansara fólk á pall og so Sámal Ravnsfjall og endað verður í kvøld við Byrta.