Summar Festivalurin leggur frá landi

Hóast meiri enn átta mánaðir eru til summarfestivalurin verður í Klaksvík, verða atgongumerkini longu sett til sølu.

 

Næsta ár eru tað liðin 10 ár, síðani fyrsti Summar Festivalurin varð hildin, og dagarnar frá 7. til 9. august verður tann 11. Summar Festivalurin í røðini hildin í Klaksvík.
 

Erik Biskopstø, sum er ein av teimum, sum fyrireikar til Summar Festivalin, sigur, at fyrireikingarnar eru langt síðani byrjaðar, og nú verða eisini atgongumerkini sett til sølu við avsláttri.

Tey siga, at tey fáa ikki sagt nakað um skránna enn og tað verður ikki fyrrenn eftir nýggjár, at nakað av útlendsku nøvnunum verður kunngjørt.