Tvøroyri og Suðuroyggin eru flutt upp aftur í vinnuliga fyrstudeildina í Suðuroy. Tað segði Jón Sigurdsson, stjóri, í Articon á hátíðarhaldi á Tvøroyri í dag.
Trýst HER fyri at síggja fleiri myndir frá hátíðarhaldinum í dag
Bjóðað var til hátíðarhald tí í dag hevur Articon handað Tvøroyrar Kommunu nýggja djúphavnin, sum byggifelagið hevur bygt á Tvøroyri.
Hetta er ein útbygging, sum gevur heilt aðrar møguleikar fyri vinnuligum virksemi á Tvøroyri. Tað, sum tvørafólk nú hava fingið afturat, er ein atløgubryggja á 130 metrar við einum dýpi á 11 metrar. Samstundis er talan um eitt havnarøki á 9.000 fermetrar og øll útbyggingin kostar góðar 40 milliónir krónur.
Tá ið Jón Sigurdsson sigur, at hetta er sanniliga eisini ein stórur dagur fyri alt landið. - Við teimum útbyggingum, sum hava verið á Tvøroyri seinastu árini, eru Tvøroyri og Suðuroy flutt upp í vinnuligu fyrstudeildina. - Nú er virksemið í landinum javnari býtt ímillum økini og tað tænir avgjørt øllum, segði hann.
Hann leggur afturat, at avleidda virksemið av tí, sum er bygt á Tvøroyri, er stórt og tað kemur væl við hjá vinnuvirkjum víða um.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri fegnaðist um samstarvið ímillum Varðan í Gøtu og Delta Seafood á Tvøroyri, sum er grundarlagið undir teimum útbyggingum, sum hava verið á Tvøroyri seinastu árini við risastóra uppsjóvarvirkinum í miðdeplinum, og øllum tí, sum tað hevur ført við sær. Hann sigur, at tað sær bjart út fyri Tvøroyri, tí virksemið er nógv økt hesi seinastu árini.
Tá ið borgarstjórin hevði kvett bandið, og sostatt alment tikið djúphavnina í nýtslu, var tað trolarin, Suðuroyingur, ið flaggskrýddur fekk heiðurin at vera fyrsta skipið, ið legði at í djúphavnini.
|