Arbeiðssteðgur og strandferðsla
Enda samráðingarnar, sum nú eru ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, við arbeiðssteðgi fyrst í oktober, er stórur møguleiki fyri, at Løgtingið fer at leggja uppí beinanvegin.
Tað er nevniliga so, at hvørki Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin í Sandoy, ella Johan Dahl, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin úr Suðuroy, góðtaka, at skipini hjá Strandferðsluni einaferð enn verða løgd við bryggju tí at arbeiðssteðgur er.
- Vit góðtaka ikki, at sandoyingar og suðuroyingar einaferð enn verða tiknir til gísla í einum arbeiðssteðgi, siga teir báðir.
Teir siga tískil báðir tveir, at teir eru til reiðar at fara í Løgtingið við málinum fyri at fáa politiska myndugleikan at forða fyri, at skipini verða løgd.
Suðuroyingar og sandoyingar harðast raktir
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eru farin undir samráðingar um ein nýggjan sáttmála.
Og í eini støðu, sum hesari, kann tað enda við arbeiðssteðgi og so verður nógv virksemi kring alt landið, lagt lamið.
Ein fastur táttur í slíkum arbeiðssteðgum hevur verið, at siglingin hjá Strandferðsluni verður løgd lamin.
Hetta hevur serliga rakt suðuroyingar og Sandoyingar. Og enda eisini hesar samráðingar við arbeiðssteðgi, verður tað serliga týðiligt, hvussu illa suðuroyingar og sandoyingar eru fyri, nú tað eisini er koyrandi í Norðoyggjar og 85% av føroyingum kunnu koyra í túni hjá hvørjum øðrum.
So meðan fólk kunnu ferðast sum tey vilja í øllum meginøkinum, úr Gásadali til Viðareiðis, og alt vinnulív í hesum stóra økinum kann virkað at kalla ótarnað, verður allur ferðafólkaflutningur og øll vinna í Sandoy og Suðuroy púra avskorin frá umheiminum.
Fyri tveimum árum síðani var eisini arbeiðssteðgur og tá vórðu skipini hjá Strandferðsluni løgd, sum vanligt undir slíkum umstøðum.
Men tá vóru politikarar til reiðar at fara í Løgtingið við einum uppskoti um at áleggja pørtunum við lóg at hava strandfaraskipini siglandi.
Men tann trupulleikin varð loystur av sær sjálvum, tí arbeiðssteðgurin endaði heilt skjótt aftaná.
Til reiðar at fara í Løgtingið
Men nú kunnu vit so aftur koma í somu støðu longu um ein mánað.
Og tað er heilt greitt, at tingmenn úr Suðuroy og Sandoy eru enn einaferð til reiðar at fara í Løgtingið fyri at tryggja siglingina hjá Strandferðsluni.
Suðuroyingurin, Johan Dahl og sandoyingurin, Gerhard Lognberg, eru báðir í samgonguni, og teir siga báðir, at teir fara ikki at góðtaka, at Smyril og Teistin fara at verða lagdir.
Teir eru eisini báðir samdir um, at verkfalsrætturin skal takast í størsta álvara og teir vilja ikki vera teir, sum hótta við at taka hann frá feløgunum.
- Men tað kann heldur ikki góðtakast, at ein arbeiðssteðgur skal raka teir ymsu partarnar so ójavnt, sum veruleikin er, har alt meginøkið virkar ótarnað, men har allur ferðafólkaflutningur og alt vinnulív í Sandoy og Suðuroy verður jarðlagt, siga teir.
- So má verkfalsrætturin heldur dvína í hesum føri, siga teir.
- Eg ræðist fyri at skipini verða løgd aftur og at vit enn einaferð verða tikin til gísla, sigur Gerhard Lognberg.
Hann sigur, at hann vil ikki gera seg inn á fakfeløgini, men tað kann heldur ikki góðtakast, at suðuroyingar og sandoyingar áhaldandi skulu brúkast til jarnbrot í einum arbeiðssteðgi.
Hann sigur, at enda hesar samráðingarnar við arbeiðssteðgi, væntar hann, at tinglimir fara at reagera í berari desperatión og leggja uppskot fyri Løgtingið um at lóggeva skipini aftur í sigling.
- Tað sindri, sum er eftir av vinnulívi í útjaðaranum, tolir heilt einfalt ikki, at ferðasambandið verður kvett, leggur hann afturat.
Johan Dahl sigur, at enda hesar samráðingar við arbeiðssteðgi og skipini verða løgd, fer hann ikki at himprast við at leggja málið fyri Løgtingið, so at Strandferðslan kann halda fram við siglingini.
- Eg himpraðist ikki seinast og tað geri eg heldur ikki hesuferð.
Hann sipar til, at seinast verkfall var, var um reppið, at løgtingið legði uppí fyri at fáa skipini aftur í sigling, men tað var ikki neyðugt, tí tá kom brádliga glið á samráðingarnar og ein semja fekst.
Annars væntar hann ikki, at tað verður neyðugt at leggja upp í hesuferð, tí hann ivast ikki í, at partarnir, sum samráðast, bera so í bandi, at skipini verða ikki løgd, skuldi samráðingarnar endað úrslitaleysar.
Hann ætlar ikki at hótta partarnar við politiskari uppílegging, men hann væntar heldur ikki, at samráðingarpartarnir einaferð afturat vilja koma í ta støðu, at glið ikki kemur á, fyrrenn løgtingið hóttir við at leggja upp í.
- Tað kann ikki vera meiningin, at hetta skal vera jarnbrotið í samráðingunum.
Men hann væntar ikki, at nakað tingmaður úr Suðuroy og Sandoy finnur seg í, at teir somu partarnir í landinum verða tiknir til gísla í einum arbeiðssteðgi einaferð afturat.
Tí ivast hann heldur ikki eina løtu í, at tað verður politisk undirtøka fyri eini uppílegging.
- Endar hetta við arbeiðssteðgi, og skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, verða vit tvingað at taka málið upp politiskt, tí tað kemur ikki upp á tal, at sandoyingar og suðuroyingar burturav skulu bløða fyri ein arbeiðssteðg. Ein arbeiðssteðgur má raka javnt um alt landið, leggur hann afturat.
Vil ikki órógva samráðingarrættin
Suðuroyar tingmaðurin, Hergeir Nielsen er í andstøðu í Løgtinginum.
- At fara at tosa um politiska uppí legging, nú meðan partarnir sita saman, er at leggja seg út í samráðingarrættin og tað geri eg ikki.
- Men eg havi fleiri ført fram, at tað ber ikki til, at Suðuroyggin burturav, skal verða brúkt til verkfalsobjekt, soleiðis, at her verður alt samband kvett ímeðan 85% av Føroya Fólki á meginøkinum onki merkir til verkfallið.
- Og vit vita eisini, at arbeiðssteðgir av hesum slagnum enda ikki, fyrrenn avleiðingarnar merkjast á meginøkinum.
Tí er tað hansara áskoðan, at verður arbeiðssteðgur, skal hann raka alt landið javnt, so at ávís øki burturúr ikki verða pínd niður ímeðan øll restin av landinum onki merkir.
Og tað er hansara inniliga áheitan á partarnar, at teir ikki at lata ein arbeiðssteðg raka ávís øki í landinum harðari enn onnur.
- Tað er ófyrigeviligt, at bara ávísir partar í landinum skulu rakast so meint ímeðan alt meginøkið onki merkir. Tað pínur vinnulívið úr hesum verkfalsraktu økjunum, tí ongin ger íløgur í so ótrygg samfeløg. Og støðan, sum vit
Hann leggur tí dent á, at hann gevur ikki bara øðrum partinum skyldina fyri støðuna, tí tað eru tveir samráðingarpartar og seinast var ikki talan um verkfall, men um verkbann.
Mugu vísa solidaritet
Eisini Páll á Reynatúgvu av Sandi er tingmaður fyri andstøðuna.
Hann vónar, at samráðingarpartarnir sjálvir finna eina loysn og hann er ikki fyri at Løgtingið leggur seg út í sáttmálaviðurskifti
Men hinvegin eru Sandoyggin og Suðuroy, umframt útoyggjarnar, nú komin í eina heilt serliga støðu.
- Eg haldi, at endar hesar samráðingarnar við arbeiðssteðgi, so at Strandferðslan liggur lamin, eiga partarnir í samráðingunum at vísa hesum økjunum í landinum so frægt av solidariteti, at tey ikki læsa hann av frá restini av samfelagnum.
-Tað vanliga er, at Suðuroy og Sandoy missa ferðasambandið, tá ið arbeiðssteðgir eru og tað gongur ikki longdini at tað tey ymsu økini verða rakt so ójavnt.
Hann vil tí ikki afturvísa, at tað kann verða neyðugt við politiskari uppílegging
- Frammanundan er Sandoy og Suðuroy veikar frammanundan av tí at tær ikki hava fast samband og verður tann møguleikin eisini tikin frá hesum økjunum, noyðist politiski myndugleikin at fyrihalda seg til tað og at umhugsa, hvat er rættast at gera, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tveir aðrir løgtingsmenn eru, sum umboða Suðuroy og Sandoy í Løgtinginum. Teir eru suðuroyingarnir Henrik Old og Sverre Midjord, men teimum báðum eydnaðist ikki at fáa fatur á.